Nýggir útisetar hittust

Í mong ár hevur verið siðvenja í Kristnastovu at hava eina samkomu í Kristnastovu fyri nýggjum útisetum, sum eru komnir til Danmarkar eftir summarfrítíðina. Endamálið hevur verið at kunna og leiðbeina um praktiskar spurningar, men eisini at læra tey ungu at kenna. Tað verður eisini gjørt við vónum um, at nýggju útisetarnir fáa eitt gott andaligt heim, meðan teir búleikast her, og har er Kristnastova so ein møguleiki, sum vit fegin bjóða fram.
Mikukvøldið 22. september var henda samkoma so hildin, har fleiri av teim nýggju andlitunum vóru at síggja millum okkara. Eftir at hava etið ein bita saman, var ymist á skránni – kunning um ymisk viðkomandi viðurskifti, skipað var fyri spurnarkapping, umframt at ein lítil leikur varð framførdur. Eisini fingu fólk ein rundtúr í húsinum, har m.a. greitt var í stuttum frá søguni hjá Kristnastovu.
At enda segði Jákup Hansen frá møtunum, sum regluliga verða hildin, og greiddi frá kristnastovuleguni, sum verður í oktober. Hann segði eisini nøkur orð frá Hebrearabrævinum 10, har m.a. verður sagt “Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum”. Vónandi fara nýggju útisetarnir, og tey sum vanliga plaga at koma, at halda fast við samfelagið, nú ið torføra tíðin við korunu tykist vera av og møti aftur kunnu verða hildin sum vant.

You may also like...