Hátt á einum kletti

Litli vitin á Hoyvíkshólmi hevur ivaleyst mangan verið hentur gjøgnum farna tíð, tí nógv ferðsla hevur verið framvið – til og úr Havnini.

Vitarnir í Føroyum hava gjøgnum øldir havt stóran týdning fyri skip og bátar, sum hava siglt framvið landi okkara, har mangir boðar og sker eru. Tigandi hava teir staðið á hvør sínum plássi og lýst upp, soleiðis at sjófólk okkara kundi kenna seg tryggan, tá siglt var til og frá ymsu havnunum í Føroyum.
Sangurin um vitan er skrivaður av Zacharias Zachariassen, og er ein hugtakandi og málandi lýsing av tí uppgávu, sum ein viti hevur. Í seinasta ørindi kemur so myndatalan, har víst verður á, at vit eiga sum kristin at lýsa fyri Jesus, harra og frelsara okkara.

Hátt á einum kletti ein viti stóð,
gav sær ikki far um fjøru ella flóð,
grundaður á hellu, tryggur stóð hann har,
kastaði sítt ljós bæði fjart og nær.

Um á vetri brimið í bergið stóð,
kavarok og regn og vindur vitan sló.
Og um summarlýkkan kíndi vitans brá,
skein hann líka trútt yvir havsins vág.

Millum riv og vandar, á veg til lands,
mong ein skúta takksom vitanum gav ans.
Sóu teir hann skyggja, stýrdu teir hans leið,
vandaleys var skútan og kósin greið.

Eins og hesin vitin á myrkum veg
Jesus vil, at tú skalt lýsa fyri seg.
Mangur er í vanda, mangur einki sær,
lýs tí fyri hann bæði fjart og nær.

Og so kann leggjast aftrat: Vit, ið játta trúgv á Jesus, eru sett sum vitar í hesum heimi, ella sum “himmalljós í heiminum” (Fil. 2,15.) Um Jóhannes doyparin varð sagt, at “hann var hitt brennandi og skínandi ljós” (Johs. 5,35). Tað var ein veldigur vitnisburður at fáa frá Jesusi sjálvum.  Teljast vit eisini millum teirra, sum lýsa eins og vitar, vísandi menniskjum á Jesus?       Ø.

You may also like...