Robert á Lakjuni heimkallaður

Mánadagin, 13. januar, frættist úr Føroyum, at Robert á Lakjuni var farin heim til Harran. Hann gjørdist 85 ára gamal.

Tað er bara fáar vikur síðani hann var saman við okkum til eldrasamkomu í Kristnastovu, tá hann stutt fyri jól ferðaðist hjá dóttrini, Kristinu.

Robert er nokk mest kendur fyri sínar ferðir eystureftir við neyðsynjarvørum til lond sum Póland og Rumenia. Mong missiónsferð varð gjørd hagar við mati, klæðum og heiluvági –  ikki minst tað tíðina, tá londini vóru undir komunistiskum stýri. Møti vórðu hildin, og hjálp varð veitt til tørvandi “handan jarntjaldið”, sum vit plagdu at siga. Góð vinabond vórðu knýtt til mong trúgvandi í hesum londum, og fleiri teirra hava verið í Føroyum.

Kristnastova var mangan staðið har Robert steðgaðu á, viðhvørt saman við konuni, Ruth, og her fingu tey ofta síðstu tingini til høldar, áðrenn farið varð eystureftir. Ofta vóru vinir og stuðlar við á ferðini, men onkuntíð fór Robert einsamallur. Hjálparferðir eystureftir høvdu til tað síðsta eitt stórt pláss í hjarta Roberts, og tað er ikki langt síðani, at hann var við í hópinum, ið fór eystureftir í hjálparørindum.

Ruth og Robert tóku onkuntíð ábyrgd av Kristnastovu um summarið – og í fleiri umførum stóðu tey við róðrið á Malta í Hirtshals.  Tey vóru eini tætt knýtt hjún, sum á hugtakandi hátt innrættaðu teirra lív eftir tørvum í Harrans verki – og tað fara vit at minnast tey fyri.

Ruth andaðist í 2012, og saknurin hevur verið stórur. Nú var tíðin so komin hjá Robert at fara avstað, ikki eystureftir sum so mangan, men heim til Harran. Hitt góða stríð er strítt, men ikki gloymt av teim mongu, sum hjúnini Ruth og Robert á Lakjuni komu í samband við.

Á myndini omanfyri síggjast Zacharias, Svenning og Robert við bilum í túninum í Kristnastovu.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *