Tá ið løtur gerast dýrabarar
Tá Susan og eg vóru á stuttari vitjan heima í Føroyum í juni, vóru vit á café í Ebenezer, sum altíð er forvitnisligt. Har møta vit ymiskum havnarfólkum og øðrum, sum koma inn á gólvið og fáa ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið. Soleiðis er eisini hendan fríggjadag fyrrapart, tá vit vitja, og tað er gott, hugnaligt prát við ymisku borðini. Um 11 tíðina er so ein sangløta við kendum sangum á skránni, har fólk fáa høvi at syngja við.
Og har situr Beinta Háberg Jacobsen við klaverið, sum hon trúfast hevur gjørt so mangan, síðani byrjað var við hesum tiltaki. Við borðið, sum er tættast við klaverið, situr Johan Vang saman við konu sínu, Honnu. Johan hevur verið merktur av sjúku í longri tíð, men tóktist væl fyri hendan dagin, og vit fáa heilsa upp á hvønn annan. Eg leggi merki til, hvussu væl hann syngur við í felagssanginum.
Beinta og eg fáa eisini eitt stutt prát við klaverið, men tá so “Summartíðin gylta” skal verða sungin, halda hon og Charlotta á Váli, sum leiddi sangløtuna, at eg skal spæla tann sangin – sum eg so gjørdi. Ymist samskifti høvdu Beinta og eg havt í samband við sang gjøgnum farin ár, men at hetta skuldi vera hitt seinasta – tað vardi meg ikki.
Nú so stutta tíð aftaná eru bæði Johan og Beinta farin heim til teir ævigu bústaðir. Johan andaðist 22. juni og Beinta 19. juli. Bæði havi eg kent frá ungum árum og havt gott samfelag við, tá høvi gavst.
Beinta sat ofta við klaverið, tá Sangbrøður plagdu at syngja í tíðarskeiðinum 1966-1970, og klaverspæl hennara hevur veitt hugna og gleði heilt fram móti endanum av lívsskeiði hennara. Hennara hjartamál vóru mong, og kundi hon hjálpa, so gjørdi hon tað fegin. Minnist eisini við takksemi mann hennara, Eiler Jacobsen úr Skálavík. Hann var vinarligur, hugfarsligur og hjartaligur í medferð – lættur at umgangast og práta við. Trúfesti móti samkomuni merkti tey bæði. Nú eru longu 12 ár, síðani Eiler fór heim til Harran.
Johan Vang minnist eg eisini væl frá tí virksemi, sum fór fram í samkomuni í Ebenezer, tá vit vóru í yngri árum. Hann var ofta maðurin, sum tók myndir í samband við møti og tiltøk – eisini livandi myndir við “super 8” smalfilmi, ið varð nógv nýtt í 60unum. Eitt nú varð ferðin til Íslands við Sangvitnisflokkinum í 1963 væl “dokumenterað” við myndunum hjá Johan. Hugsi eisini um myndirnar, ið liggja á netinum saman við sangum, innsungnum av Ingálvi av Reyni og Herluf Arnason, sum eru góð, søgulig minni at eiga. Væl hava Hanna og Johan fylgst gjøgnum lívið – eisini tá heilsan hjá Johan fór at bila.
Góða vinarlagið frá ungdómsins døgum hevur hildið á gjøgnum lívið. Tá vit hava hitst, hevur tað ofta verið í samband við møti og tiltøk í andaligum høpi. Sangkórið í Ebenezer sang so vakurt við jarðarferðina hjá Beintu (ið vit fingu við gjøgnum stroyming) um tey, ið undan okkum eru farin:
Saman her vit hava virkað,
gingið sama trúarveg,
tey bert yvir fjørðin myrka
vunnu skjótari enn eg.
Løtan á café í Ebenezer var serstøk og dýrabør, tí hon var samstundis ein skilnaðarstund, uttan at tú reiðiliga varnaðist tað. Ein verður mintur á týdningin av at grípa løtuna, tí ikki er vist, at hon kemur aftur.
Góðir vinir fara, og tað er sárt, hóast vit vita, at teir nú eru heima hjá Harranum. Tað verður lok lagt á nakað dýrabart, tá deyðin kemur og tekur onkran frá okkum, sum var okkum kærur. Men vónin um at síggjast aftur hinumegin heldur okkum uppi, sum vit siga góðum vinum farvæl hesumegin. Tí – “so satt sum vit trúgva, at Jesus doyði og reis uppaftur, so skal Gud eisini við Jesusi reisa tey uppaftur, sum sovnað eru við Honum” (1. Tess. 4,14). Øssur