Mær birtist í huga

Sunneva Háberg var í mong ár ein berandi sangari í samkomuni í Ebenezer í Havn.  Hon hevði eina góða, ljósa sopranrødd, sum skaraði framúr, tá felagssangir vóru sungnir. Haraftrat var hon altíð fús at trína fram og syngja ein sang, tá heitt varð á hana. Sum oftast sat Knút, maður hennara, við klaverið, tá hon sang solo. Hennara sangevni vóru halgað Harranum, og hon hevði altíð hjartað við, tá hon bar ein sang fram. Stundum varð hon so gripin av tekstinum, at hon illa fekk sungið.
Tað var vist einaferð í 1983-84, at Sunneva Háberg nevndi hendan sangin fyri mær, sum hon var so hugtikin av og kendi frá svenskum undir navninum “En främling från Galileen”. Sangurin er annars enskur, og hevur heitið “Stranger from Galilee”. Sunneva vildi so fegin hava sangin týddan til føroyskt, og tað royndi eg so, hóast tað
ikki var so lætt.  Sangurin kom nú at vera millum teir solosangir, sum Sunneva av og á tók fram og sang á møtum í Føroyum.
Sunneva andaðist í 2007 eftir eitt langt lív, merkt av alski til sangin um Harran. Vit minnast hana sum ein trúgvan lim í Ebenezerkórinum, stundum syngjandi saman við Ingálvi av Reyni og øðrum – men kanska serliga fyri sínar solosangir, sum hon sang við klárari rødd. Og mangan nam sangur hennara við hjørtu okkara.
Sangurin “Mær birtist í huga” er komin við í Nýggju Sangbók og stendur har sum nr. 109.

Mær birtist í huga, eg stóð ein dag
við Genezarets strendur, har
ið savnað var fjøld um ein fremmandan,
sum úr Galilea var.
Eg sá, at hann nam við ein blindan mann,
sum brátt síggjandi, fróur gekk .
Hin lamni, sum einsamur, bundin sat,
nýggja styrki í øklar fekk .

     Á, eg kendi meg drignan at honum,
hans náði, hans signaða brá.
Hesum fremmanda úr Galilea
gav eg hjarta mítt heilt júst tá.

Hann talaði orð, sum fekk bylgjurnar
við eitt til at leggja seg.
Hans myndugleiki fekk stormarnar
at bráðtagna beinanveg.
Í hond hans eg legði mítt lív, mítt alt,
tá hann talaði til mín milt.
Hvør bylgja brátt legðist, hvørt boðabrot
fyri orðum hans: Tig, ver stilt.

Ta náði, sum andlit hans lýsti av,
eg ongantíð gloyma kann,
tá eg í syndanna myrkri gekk,
og undurfult hann meg fann.
Eg eyguni fekk á tey merki djúp,
hann í hondum og fótum ber.
Mín Frelsari gjørdist hin fremmandi,
sum nú vinur mín vorðin er .

Orð/lag: Leila N. Morris. Týtt: ØB

You may also like...