Rúna sjeyti

Henda grein stendur í Sosialinum nú um vikuskiftið í samband við at systir undirritaða nú er er farin um tey 70 árini:

Fríggjadagin 18. september fyllir Rúna Berghamar 70 ár. Rúna hevur búð í Havn tað allarmesta av lívstíð síni. Hon er dóttir Tinnu og Sigurd Berghamar og nummar trý av fýra systkjum. Fyrra barnaheim hennara var í Rættará og hitt seinna við Dalavegin.
Eftir lokið realprógv fór hon í skrivstovulæru hjá Trygve Samuelsen, sakførara, har hon var stóran part av sjeytiárunum. Eftir hetta arbeiddi hon eina tíð fyri kristiliga forlagið Røddina, sum helt til á Skála. Hon hevði fleiri skrivstovustørv og var fleiri ár hjá Skipara- & Navigatørfelagnum. Tað er tó á sakføraraskrivstovu, at Rúna man hava lagt mestu arbeiðsorkuna, tí eftir tað fór hon at arbeiða hjá Heygum og Petersen, har hon var frá 1994 til 2017.
Rúna er nærløgd, punktlig og fyritaksom. Alskin til føroyska málið hevði hon heimanífrá, og tað hevur merkt alt, sum er farið gjøgnum hennara hendur. Og tí hevur rættlestur av bókum, bløðum og øðrum ritum eisini fylt nógv í lívinum. Lítlu fyritøkuna Ritstovuna stovnaði hon saman við systrini Erlu í 2007, har fólk og fyritøkur kundu fáa hjálp millum annað við rættlestri av ymiskum skrivligum tilfari. Síðani tá hevur Ritstovan havt nógvar og fjølbroyttar uppgávur.
Trúfesti hevur merkt Rúnu bæði í verðsligum og andaligum høpi. Hon er virkin í samkomuni Lívdini í Hoyvík og hevur verið tað, síðani samkoman byrjaði. Ikki minst í sosialum uppgávum, har hon hevur gingið undan, tá ið tað snúði seg um at veita tørvandi eina hjálpandi hond.
Rúna var gift við Josiasi Nielsen úr Fámjin. Tey fingu børnini Terja og Katrin, sum eisini búgva í Havn. Josias andaðist í 1995.
Føðingardagurin verður hildin saman við børnunum báðum og barnabørnunum Jákupi og lítlu Rúnu, sum øll hava stórt pláss í hjarta hennara.
Góða Rúna, takk fyri tað, tú hevur verið fyri so mong, og blíðan byr frameftir við signing Harrans!
                                                                                                                                                                                                          Ø.

You may also like...