50 ára hald – útvaldar myndir

Í samband við Kristnastovutiltakið í Lívdini leygardagin 7 oktober, har 50 árini hjá Kristnastovu vórðu hátíðarhildin, stóðu nakrar myndatalvur (planchur) við útvaldum myndum, tiknar frá 1973 til 2023 – framleiddar á Tonito á Eiði. Eitt nú er fyrsta talvan merkt av svørthvítum myndum, ið var vanligt í sjeytiárunum. Og sum tað annars sæst her, vakti hetta áhuga hjá fyrrverandi útisetum, ið hava búleikast í Danmark seinastu fimmti árini.
Myndirnar síggjast annars niðanfyri her. Til ber at gera myndirnar størri við at trýsta á tær og síðani trýsta á ringin ovast til høgru.

                

You may also like...