Breiðið krossins merki út

Í ár eru 100 ár, síðani føroyska flaggið veittraði gjøgnum eitt vindeyga á skúlaheiminum, Regensen, har nógvir føroyingar hildu til fyrst í síðstu øld. Og sum náttúrligt er, hevur hetta verið markerað við hornblástri og skrúgongum heima í Føroyum, og røður hava verið hildnar ymsastaðni.
Hin 26. apríl 2005 tvs fyri 14 árum síðani – dagin efir sjálvan flaggdagin – fekk
undiritaði høvi at halda eina røðu á týsdagssamkomu í føroyahúsinum. Johanna Rasmussen og Súsanna á Váli Vang, sum tá vóru útisetar, vóru við til løtuna og sungu ein ella tveir sangir.  Røðan var hendan: 

“Vit hava sungið um várið – og av sonnum er tað ein lívsjáttandi tíð. Eg var í Føroyum um páskirnar og dvaldi har eina tíð aftaná. Eg gleddist um fyrstu lívsteknini um várið – lýðka, grønkandi gras og klippandi tjøldur, sum bóru boð um, at “nú er brátt summar í hondum”. Og páskaliljurnar, sum stðu sveiggjandi í lotinum. Men gakk – so kom hann av høgætt – við stormi og kavaroki, og tað einasta sum boðaði frá at tað altso var vár var hetta, at tjøldrini hildu á við at klippa og halda lív í vónini. Páskliljurnar fingu ein slíkan frammaná, at eg veit ikki um tær reiðiliga komu fyri seg aftur.
Men soleiðis eru Føroyar, og um tað er høgætt ella lágætt – eystfall ella vestfall, ja so eru tær okkum kærar. Men eg havi hug til at siga, at kanska føroyska veðrið á ein serligan hátt er ein talandi mynd av sjálvum lívinum. Í kvøld siti eg millum landsmenn, sum búleikast í Keypmannahavn, og kanska hava notið dagin við tí brennandi sólini. Ígjár var eg á Hotel Tórshavn, har okkara landsmenn eru staddir og hava ymiskar byrðar at bera, summar ógvuliga tungar. Lív okkara ber við sær stillar, sólríkar løtur, sum vit kunnu njóta – men so við eitt kann ódnin bresta á – og myrk skýggj leggjast á leið okkara.
Eg haldi at alt hetta kemur so væl fram í sanginum “Eg sigli fram yvir lívsins hav”, sum m.a. hevur hesi ørindi:

Og stundum byrðurin góður er og mongum øðrum eg fylgi,
Sum halda fram hesa somu ferð á lívsins ótryggu bylgju,
Og slætt er havið og sólin skínur,
langt burtur stríðið og sálin hvílir,
so føgur tykist ferðin tá

Men ofta ofta eina á ódnarnátt eg tráandi mundi hyggja,
Tá villu sjógvarnir ýldu hátt og eingin viti sást skyggja,
Men tá í mær eingin kraft er longur,
Á bylgjuhavinum Harrin gongur –
í síðstu myrku náttarvakt.

Soleiðis er lívið men sjálvandi ger tað allan munin, at vit eru ikki einasamøll á ferðini.
Vit, ið kalla okkum útisetar eru, sum kunnugt, eitt víða spjatt fólkaslag – ikki bara í Danmark, men um allan heimin. Og enntá í Keypmannahavn kenna vit okkum meira ella minni spjadd um allar ættir. Tú fert inn í eina handilsmiðstøð, har fólk tysja í allar ættir – og sjálvandi kanst tú vera heppin og hitta onkran, tú kennir – men ofta var einki kent andlit – tú komst inn einsamallur, og tú fert einsamallur útaftur. Og tú mást siga við skaldinum ”her er eingin føroyingur at finna.”
So tað er einki at siga til at hetta lítla føroyska fólkið í útlegd leitar sær høvi at koma saman. Tað er væl tí at vit hava eitt hús sum kallast Føroya húsið, Kristnastova og onnur støð, har tú kanst tosa títt títt egna mál, hitta landsmenn og hoyra og lesa nýtt heimanífrá.
Og so er tað føroyski maturin. Útisetin kann illa vera føroyska matin fyriuttan. Føroyski maturin – fiskur og grind, seyður og fuglur – ja enntá føroyskar harur koma inn í landið sum delikatessur, sum útisetin virðismetur sera høgt. Og tá ið vit sjálvi – ella aðrir landsmenn – koma út gjøgnum terminalin í Kastrup, so eru pappeskirnar og beriposarnar fastur táttur av viðføri okkara.
Eg skuldi møta einum vinmanni, úti í Kastrup. Hann hevði stutt framman-undan verið og skotið harur og hann vildi so fegin gleða eina skyldkonu her í Keypmannahavn við smakkinum av eini rótføroyskari haru. Vit hittust úti í Kastrup, men tá var skyldkonan ikki komin fram, so vinmaður mín mól nakað í klingur við sínum beriposa fyri at finna hesa góðu skyldkonu.
Í meðan var haran farin at blotna í beriposanum. Og ikki bara tað, men hol var eisini komin í beriposan, so meðan hesin vinmaður mín gekk runt millum fólkið og leitaði eftir skyldkonuni, so dryppaði blóðið støðugt úr beriposanum. Tíbetur var tað eingin sum setti nakran alarm í gongd. Eg haldi, at vinmaður mín fann skyldkonuna í øllum góðum – og haran kom hagar hon skuldi vera. Men hatta er ivaleyst ein søga millum nógvar aðrar av líknandi slagi.
Men so er tað so nógv annað, sum knýtir okkum saman sum føroyingar – og her hugsi eg ikki minst um føroyska málið. Vit kunnu illa koma uttan um, at tann stóra týdning, sum føroyska málið hevur fyri okkum føroyska fólkið og tjóðina. Tað er og verður hjartans mál – her hava vit ein dýrgrip, sum knýtur okkum saman – helst meiri enn so mangt annað. Og latið okkum hava í huga, at tað er ikki bara eitt samskiftisamboð – tað er ein partur av okkara samleika (sum er føroyska orðið fyri identitet). Vit plæga stundum at hava eina samkomu fyri eldri føroyingum úti í Kristnastovu. Aldursforsetin er ein kvinna, ættað úr Suðuroy, hon er 96 ár. Og hon situr og lurtar eftir øllum sum sagt verður og syngur við í teim sangum, vit syngja. Og tá ið løtan er av, so sigur hon ofta við meg úti í gongini: Á at syngja og hoyra orðið tala á føroyskum – tað er nakað fyri seg. Aftan á hesi mongu ár er móðurmálið framvegis hjartans mál hjá hesi kvinnu.
Eg hevði ein faðir, sum var góður við føroyska málið. Hann lærdi okkum systkin at virða málið og leggja okkum eftir at nýta málið rætt. Og at byggja uppfyri teim fremmandu orðum og orðavendingum, sum alla tíðina høvdu hug til at gera vart við seg.
Seinni árini hava nógv nýggj orð sæð dagsins ljós. Summi hava vit lættari við at taka til okkum – onnur eitt sindur torførari.
Pápi mín hevði stóan ans og alsk til føroyska málið. Tá ið ein veksur upp í Havn, so er kanska størri vandi fyri, at føroyska málið er í vanda. Men vit systkin fingu støðugt at vita, at “soleiðis kundu vit altso ikki siga á føroyskum.” Hann ringdi onkuntíð niðan í útvarpið, tá teir málbóru seg skeivt.
Heilt upp í ellisár hevði hann áhuga fyri málinum, og hevði sínar hugsanir og viðmerkingar í samband við tað. Summi av nýggju orðunum helt hann vera heppin vald – eg haldi at orð sum tyrla og telda, var nakað sum hann góðtók uttan trupuleikar – meðan hann kanska onnur orð minni heppin. Bæði foreldur míni eru farin, men systkini hjá mær hava framvegis frægd í at rætta hvønn annan og ikki minst meg, sum búgvi uttanlanda, tá ið okkurt verður sagt, bent ella stavað á skeivan hátt. Og tað seti eg prís uppá.
Og her havi eg hug til at siga við tykkum sum hava búð niðri í mong ár. Eg veit tað er torført at skilja føroyska málið, soleiðis sum tað er talað og skrivað ídag. Men avskrivið ikki tykkum sjálvi fyri at fylgja við – røkið tann partin, sum tit duga av málinum – og takið tað sum eina avbjóðing, at tit kunnu kanska læra nøkur av teimum nýggju orðunum. Tað fær eingin ilt av. Gevið ikki upp. Meðan menn hava úr at gera fyri at globalisera okkum øll, so haldi eg tað er hóast alt hugaligt , at ein lítil tjóð roynir at byggja verjugarð rundan um sítt tungumál, sum er ein týðandi partur av okkara samleika.
Og so er tað føroyska flaggið, Merkið, sum varð sungið um og fagnað heima í Føroyum í gjár.
Sjálvur altíð verið hugtikin av søguni av hesum idealistisku unglingunum, sum brutu slóð fyri føroyska flagginum og veittraðu við flagginum inni á Regensinum í 1919. Og tað var ein hátíðarløta tá eg fyri uml. 25 árum síðani var í kirkjuni í Fámjin, haðani Olivur Lisberg var ættaður, sum menn geva høvuðsheiðurin fyri flaggið.
Nú til endans – lat meg siga hetta: Vit koma ikki uttan um tað krossmerkið, sum prýðir flagg okkara. Krossurin er ein av hornasteinunum í tí kristna lívgevandi boðskapinum. Hann peikar aftur til eina hending, ið fór fram fyri 2000 árum síðani, sum broytti allan heimin og eisini náddi til okkara oyggjar.
Nógvir av okkara kristnu sangum taka náttúrliga útgangsstøði í krossinum – eg kundi nevnt fleiri teirra. Men lat meg bert nevna tveir. Eg hugsi um sangin, sum vit so mangan hoyrdu Frelsunarherin syngja niðri á Vaglinum í Havn – og her síggi eg fyri mær ein eldri havnarmann, sum vit róptu fyri Addaba, og sum spældi upp á eina ógvuliga stóra trummu, meðan fólkið sang:

Breiðið krossins merki út
Bleiktrið tað út yvir Føroya ungdómsflokk,
breiðið krossins merki út.

Eg havi eisini hug at citera hetta versið aftrat úr einum øðrum kendum sangi um krossin:

Har við krossin skelvandi, tú á Harri fanst meg.
Har við tínum kærleika fast til tín tú bantst meg.
Krossurin, krossurin, øll mín æra veri,
til eg tær í himlinum betri prís framberi.

Sum vit nú fagna merki okkara við tess vøkru litum, so latið okkum vera takksom fyri okkara land, okkara mál, okkara røtur – og tann boðskap sum krossins merki eisini hevur at bera okkum øllum. Og so skal tað vera ynski mítt, sum eg fari at enda her, at Harrin skal signa okkara føðiland Føroyar – og allar okkara landsmenn – bæði heima og burturi. Takk fyri!”

    –                                                                                                                                                                                            ØB

 

You may also like...