Ein vinur flutti heim

Týsdagin 19. februar mistu vit ein hollan vin, tá Johan Restorff brádliga andaðist niðri á Tenerife, har hann og konan, Esther, høvdu hildið diamantbrúdleyp fáar dagar frammanundan.  Johan var hotelleigari og ímyndin av Hotel Hafnia í eitt mannaminni og ein sera virdur kristin maður. Við vinarligum verumáta umgekst hann bæði føroyingar og útlendingar, ið hann kom í samband við, m.a. gjøgnum hotellvirksemið. 
Johan var ein trúfastur maður í heimasamkomuni Ebenezer, og haðani var jarðarferðin. Neyvan hevur nøkur jarðarferð úr Ebenezer verið størri enn hendan dagin. Bæði Sangkórið í Ebenezer og manskórið luttóku, sum natúrligt var, tí hann hevði sungið í báðum kórunum. Bróðir Johans, M.C., bjóðaði fólki vælkomið, og síðani høvdu Jákup Olsen, Svenning av Lofti og Osmundur Justinussen orðið. Aftan á løtuna í Ebenezer varð farið út í nýggja kirkjugarð, har Eivind av Reyni endaði við bøn við gravarbakkan.
Inni í Ebenezer varð hendan heilsan upplisin úr Danmark frá hjúnunum Nónstein og Berghamar:

Esther og Johan Restorff millum góðar vinir í Kristnastovu

“Vit harmast um tann miss, vit øll hava verið fyri, nú Johan ikki longur er millum okkara. Johan var við til at leggja lunnar undir arbeiðið í Kristnastovu, bæði á Oxford Allé og á Birmavej á Amager, og hetta verk millum útisetar var eitt hjartamál hjá honum til tað allarseinasta. Hansara umsorgan fyri fólki var fyrimyndarlig og hugtakandi – eisini teimum, ið komu niður í sjúkraørindum. Tá Johan og Esther ferðaðust til Keypmannahavnar, royndu tey nærum altíð at fáa okkurt møti við í Kristnastovu, og mangan sótu tey millum unga, lesandi fólkið og sýndu samfelag og áhuga fyri teimum, tey hittu her. Nú ið Johan er fluttur heim í dýrdina, takka vit Harranum fyri minnið um ein kæran og trúfastan vin, sum stimbraði okkum í verkinum og var til so ríka signing fyri okkum og mong onnur.”

Johan og undirritaðu hava kenst frá ungdómsdøgunum. Hann var sera musikalskur, hevði góða rødd og sang bass í sang- og manskórshøpi. Onkuntíð avloysti hann Árna Bass ella onkran annan í bólkinum, tá ið Sangbrøður vóru virknir í 60-unum og 70-unum.
Eg fari at sakna hesa djúpu vinarrøddina, sum bað meg heilsa hesum og hasum, sum hann mintist og hugsaði um. Okkara tankar fara til Esther, sum stóð honum við lið hesi mongu ár – Harrin veiti henni styrki í sorgini og øllum hennara við!
Ein góður og trúfastur vinur er farin undan okkum til teir ævigu bústaðir, og hann verður stórliga saknaður.

.                                                                                                                                                                           Øssur                                                                                                                                                                                                           

You may also like...