Ungur kristin í stórbýnum
– nakrar leiðbeiningar.
Víst er tað spennandi fyri ein ungan føroying at koma niður til ein bý sum Keypmannahavn. Tí hetta er ein býur við nógvum spennandi tilboðum. Her eru skúlar og skeið, sum kunnu menna teg, og tú kanst fáa nógvar upplivingar, ið tú ikki fært heima í Føroyum.
Men vandarnir eru eisini tilsteðar. Keypmannahavn er eisini ein býur við mongum freistingum, sum kunnu taka ein av fótum. Tí nøkur ráð, sum vónandi kunnu vera til hjálp:
1. Røk persónliga andaliga samfelagið. Eins og tú hevur fastar tíðir til skúlatímar o.a., so set eina kvirra løtu av saman við Harranum. Les í Orðinum, tala við Jesus og tak Hann við í øllum spurningum og avgerðum. Orðið og bønin eru berandi súlur í persónliga trúarlívinum, sum vit ikki kunnu vera fyriuttan
2. Søk góðan felagsskap. Góðir vinir og sunnur felagsskapur hevur eina varveitandi ávirkan á lív okkara. Orðið sigur, at “ringur felagsskapur spillir góðar siðir”. Søk tí samfelag við trúgvandi – savnast við teimum, og ger tað til ein vana at koma regluliga í ta samkomu, tú gongur í.
3. Skap góðar vanar. Tað, sum vit gera, gerst skjótt til vanar í lívinum og síðani til eitt fast lívsmynstur. Skap tær vanar, sum gera, at tú kanst mennast og búnast, bæði andaliga og tímiliga. Regluligar máltíðir og likamsrørsla er sunt fyri likamið – meðan eitt regluligt lív við andaligari føði og felagsskapi er sunt fyri sálina.
4. Gríp kjansirnar at siga, hvør tú ert. Jú skjótari, tú markerar teg sum ein kristin, tess betur. Tað er nógv tos um trúgv og trúarlív ídag, so kjansirnir eru nógvir at siga frá, at ein er kristin og trýr á Jesus. Í flestu førum respektera fólk eina andaliga støðu, hóast tað stundum kann kosta. Minst, at Harrin ærir hvønn tann, sum kennist við Hann og hansara fólk.
5. Halt fast við sannføringar tínar. Í einum samfelag, sum hevur vent sær burtur frá Gudi og orði Hansara, verður nógv lært, sum stríðir ímóti teim sannleikum, sum tú hevur lært í Orði Guds. Lat teg ikki ríva við, men statt stinnur í stríðnum. Halt fast við tínar sannføringar og fólk vilja respektera teg fyri tað. Sum kristin hevur tú einki at skammast við – tvørturímóti.
6. Set mørkini sjálvur. Tú kanst uppliva ein annan mentalitet her enn tað, tú ert vanur við – m.a. í samband við rúsandi drykk. Set mørkini sjálvur, og lat ikki onnur siga tær, hvat tú skalt gera. Tað er tú og ikki nakar annar, sum skal seta dagsskránna fyri lívi tínum. Ver ikki bangin fyri at hava eina øðrvísi støðu enn onnur – tú verður ikki minni virdur fyri tað.
7. Set ríki Guds fyrst. “Lat allar leiðir tínar miða á málið” stendur í Orðtøkunum. Um ein er komin niður til Danmarkar, eitt nú í lestrarørindum, má útbúgvingin vera eitt av málunum, sum miðvíst má arbeiðast við. Men Jesus sigur eisini, at vit skulu søkja ríki Guds fyrst og rættvísi Hansara, og so skal alt annað verða givið okkum umframt. Søk tí ríki Guds fyrst – og ger samstundis títt besta fyri at náa tí máli, tú annars hevur sett tær.
8. Ver við í verki Harrans. Tað er gott fyri títt trúarlív at hava eitt andaligt heim, men enn betri, um tú kanst luttaka í onkrari tænastu í samkomuni. Tað er eisini brúk fyri tær, og vit búnast gjøgnum uppgávur og avbjóðingar. So tak lut eftir førimuni, og ert tú í iva um, hvat títt øki kann vera, so ver ikki bangin fyri at søkja tær ráð og leiðbeining.
At enda skal ynski mítt vera, at tú skalt fáa eina góða og gevandi útisetatíð í Danmark, sum skal vera til menning fyri teg sjálvan og títt andaliga lív – og til signing fyri onnur.
– Øssur Berghamar