Tað er stilt í húsi Harrans
Ein regla úr einum gomlum sálmi hevur malt í huga mínum aftur og aftur, nú ið eingi almenn møti hava verið í samkomum og kirkjum í fleiri vikur. Reglan er úr sálminum, sum byrjar við orðunum “Hin ljósi dagur svann” og sigur víðari “stilt var í Harrans húsi.”
Og ja – tað er stilt í húsi Harrans í hesum døgum. Og tað er ikki tí at Harrin er komin aftur, og hann hevur gloymt okkum. Heldur ikki at vit eru forfylgd av mynduleikunum, eins og mong onnur kristin verða kring knøttin.
Men alt er bara ikki, sum tað plagar at vera. Eingin lovsangur frá syngjandi ungfólki møtir okkum í gongini sunnumorgunin, meðan vit heilsa hvørjum øðrum, finna okkara sess og nikka til høgru og vinstru. Eg møti ikki nøkrum smílandi andlitum, sum eg plagi at møta á trappuni á veg inn í Kristnastovu. Ongar kátar barnarøddir frá yngsta ættarliðnum, sum koma í sunnudagsskúla leiðandi við foreldrunum. Og tó – nøkur fá fólk savnast og senda møti online, og tað kennist gott mitt í kvirruni. Tøkk fái tey fyri tað. Tað er lívgandi at hoyra røddir teirra.
Men tað livandi samfelagið, vit eru von við, tá vit koma saman, er burtur. Og vit raka við, hvussu dýrabart tað er. Vit kunnu bróta breyðið heima við hús og minna okkum á, at soleiðis gjørdi tann fyrsta samkoman – og tað kann eisini vera ein signing. Men tað er ikki heilt tað sama, sum tá tú leitar upp títt andaliga heim og tekur lut í minnunum saman við brøðrum og systrum, og vit vera mint um, at vit eru øll eitt likam í Kristusi.
Tað er stilt og friðarligt í húsi Harrans. Og tað hóvar okkum ikki væl. Eingir drekkamunnar eftir møtini, sum samansjóða tann flokk, sum er komin saman fyri at fáa andaliga føði, syngja lovsangir, minnast Harran – og fáa ein góðan kaffimunn aftaná.
Hvussu leingi hetta heldur fram tykist eingin at vita. Vit eru farin at venja okkum til ein nýggjan, øðrvísi lívsstíl, ikki tí vit ynskja tað, men tí vit hava einki val. Hetta er komið óvart á okkum øll, og vit eru øll merkt av hesum, nøkur meira og onnur minni. Tað verður tosað um ein ósjónligan fígginda, og tað talar eisini sítt mál.
—
Men vit leita aftur til gamla sálmin eftir James D. Burns, sum er nr. 911 í Nýggju Sangbók, har fyrsta vers sigur:
Hin ljósi dagur svann,
stilt var í Harrans húsi,
Guds lampa enn helt vakt
har yvir Harrans pakt.
Tá knappliga í stillu nátt
á vin sín Harrin kallar brátt.
Sangurin sipar til eina hending í Gamla Testamenti, har ein ungur drongur leggur seg at sova í halgdidómi Harrans og fær eina opinbering. Tað er stilt í húsi Harrans, men “lampa Guds var enn ikki slóknað” sigur Orðið – sera tankavekjandi. Og so hoyrdist rødd Harrans kalla á unga dreingin, Sámuel. Tað verður eitt kall til tænastu. Harrin fer at gera nakað nýtt eftir eina ringa tíð í Ísrael. Sámuel lurtar eftir kalli Harrans og er lýðin. Hann trínur fram og gerst ein rødd, sum lurtað verður eftir. Tað byrjar ein nýggj tíð í Ísrael við umvending og endurnýggjan.
Hvat er tað Harrin sigur við teg og meg í hesum døgum? Hoyra vit rødd Harrans í kvirruni? Fer ein nýggj tíð at koma eftir koronakreppuna? Ella fyrireikar Harrin okkum upp á afturkomu sína?
Nevndi sálmurin endar við hesi bøn:
Gev mær eitt hjarta, Gud,
sum stilt og barnsligt bíðar,
at tú skalt koma inn
og fylla sál og sinn.
At hvørt eitt orð, tær ljóðar frá,
við Andanum eg skilja má.
Lat hetta vera bøn okkara, sum vit leingjast eftir, at tað enn einaferð verður gleði, lovsangur, samfelag og trivnaður í húsi Harrans. Og hvør veit, kanska heilt skjótt, so kemur Hann, sum koma skal.
— Øssur