Vit í hjørtum várum fegnast

Orð/lag: ØB

Vit í hjørtum várum fegnast um tað verk, ið her er framt,
sáðið, sum í trúgv er sáað ár um ár.
Harrans rødd her hevur ljóðað kærleiksfult og álvarsamt,
søgan søgd er, sum kann grøða syndasár.

Harrin hevur verið góður, og hann signaði
Orðið, sum er altíð nýtt, og ávøkst ber.
Stór var náði Guds og megi, honum prísa vit við gleði,
sum vit halda á at tæna honum her.

Vitnisburðir hava ljóðað, mong ein sál varð endurfødd,
og vit gleddust saman, signing stór tað var.
Saman sungu vit um Jesus, lyftu upp vit vára rødd.
Mangan kendu vit, at Himmalin var nær.

Tey, sum undan hava gingið og í áliti á Gud
tóku trúarstig – vit minnast tey í dag .
Tí við eldhuga og ídni tey í verki tóku lut,
og við tøkk vit minnast teirra hjartalag.

Harrin Jesus er hin sami – latið okkum tí hvør sær
halda á í trúgv og treysti hond í hond.
Kristi afturkoma nærkast, skjótt vit eru komin har,
stríðið endað er – á føgru heimlandsstrond .

     Sangurin varð skrivaður til Zarepta í 2007 í sambandi við, at 40 ár vóru liðin, síðani byrjað varð við barnalegum á Vatnsoyrum.

You may also like...