HÚSBÓLKUR Á VITJAN

Tað eru fleiri húsbólkar, sum eru knýttar til verkið Kristnastovu. Ein teirra var á vitjan hjá okkum 10. mars, eftir at vit høvdu verið í einum av heimunum 14 dagar frammanundan. Flestu teirra búgva á Solbakken í Valby. Samtalað varð um evnið “barnauppaling” – eitt viðkomandi evni hjá teim vitjandi, sum øll eru foreldur.

Vit vóru fegin um at kunna luta nakrar tankar frá Orðinum og royndir frá lívinum við hesum evni í huga. Á myndini síggjast Jóannes, Jancy, Jákup, Ragnar, Edvin, Jón, Steffan og Susan.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.