Lítandi aftur á 2014

_MG_9118 Mynd frá reunion kvøldinum 11. apríl

Tað er við takksemi, vit líta aftur á 2014, og siga, at Harrin hevur verið góður. Vit hava framvegis kunnað tikið lut í verkinum í Kristnastovu og hildið fram við vitjunartænastuni og øðrum uppgávum.
Vit eru altíð glað fyri at vera í Føroyum um várið, og soleiðis var eisini í ár. Vit høvdu nakrar góðar vikur heima, har vit m.a. fingu sæð og vitjað nýggja, snotuliga Betesda og verið við til eina “reunion-samkomu” fyri fyrrverandi útisetum 11. apríl. Tað var ein serstøk gleði at síggja mong aftur, sum gjøgnum árini hava búleikast í Danmark, eftir at verkið byrjaði á Oxford Allé í 1973.
Í juni vóru vit í Onglandi. Har fekk Susan høvi at vitja heimasamkomu sína, sum liggur uttan fyri London, og har hitta gamlar vinir aftur, sum áður myndaðu samkomuna. Teirra millum vóru tvær eldri kvinnur, ið vóru sunnudagsskúlalærarar um tað mundið, tá ið Susan kom til trúgv sum 11 ára gomul.
Øssur fekk eisini høvi at koma heim til Føroya í samband við Petur Háberg og William Sloan kvøldini, sum vóru í Ebenezer 31. august og 4. septembur – tiltøk, sum vóru bæði áhugaverd og serstøk.
Mangt er broytt innan samskifti, tøkni og ferðing. Men framvegis standa nógvar súkklur uttan fyri Kristnastovu, tá ið møti er – og eru tekin um lív og gongd í húsinum. Mong leita regluliga út á Birmavej.
Niels Pauli og Dora leiða arbeiðið við tryggari hond, og vit royna at bakka tey upp so gott, vit kunnu – og tíbetur eru tað mong, sum heilhjartað stuðla verkinum.
Samband er eisini við eldri ættarliðið, og til samkomuna mikudagin 10. desember, vóru um 60-70 eldri útisetar í Kristnastovu, og vit fingu eina góða, gevandi løtu saman við teimum.
Tað er stór náði frá Gudi at hava verið partur av einum verki í so mong ár. Hetta eru vit Harranum inniliga takksom fyri, og eisini tykkum, sum hava sýnt okkum samfelag, trúskap og stuðul í tí farna.
Um jólini vóru vit saman við familjuni herniðri. Umframt Andrew og øll hansara, sum búgva tætt við hjá okkum, kom Kristin Filip við familjuni úr Jyllandi og vit fingu nakrar góðar løtur saman.
Harrin signi og varveiti tykkum og okkum øll  í hesum nýggja, ókenda árinum 2015.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.