EIN RØDD Í OKKARA TÍÐ
Øssur saman við Petur Háberg i september 1970
Grein um Petur Háberg – skrivað til bókina “Úr penni Petur Hábergs”, sum kom út í 2007.
Vit vóru nøkur ung, sum savnaðust í samkomuni í Ebenezer tíðliga í fimmtiárunum og komu at ganga í hin sokallaða “bíbliuklassan”. Hetta var ein andaliga rík tíð fyri okkum, tí har fingu vit lunnar lagdar undir “Bók bókanna”, tá Petur Háberg gekk gjøgnum Orð Guds bók fyri bók. Alt var væl tilrættislagt og borið fram við einari rødd, sum boðaði frá alski til ta heiløgu skrift, ið Petur sjálvur hevði verið við til at geva okkum á móðurmálinum nøkur ár frammanundan.
Eftir at vera komin til mans hevði eg tann framíhjárætt at arbeiða saman við Peturi í andaligum verki í mong ár. Hann var nógv eldri enn eg, men tað var ikki nøkur forðan fyri einum góðum, inniligum samverki, ið var okkara millum í samkomuarbeiðinum.
Av og á hoyrdu vit um, hvussu hann var komin til trúgv á Jesus á ungum árum. Men at heimsins áhugamál komu at fylla so nógv, at hann kølnaði andaliga. Ein endurnýggjan fór tó fram, sum gjørdi, at hann aftur fór til verka. Og tað kunnu øll vit gleðast um í dag, sum hava fingið gagn av øllum tí, hann hevði at bera okkara ættarliði.
Petur Háberg var ein av ídnastu og mest framsýndu oddamonnunum í tí verki, sum fór fram í brøðrasamkomunum í Føroyum aftan á seinna heimsbardaga og fram til sjeytiárini. Hann var íbirtari, talari og høvundur í tí støðugt vaksandi samkomuni. Hansara evni at halda røður og fanga fjøldina vóru framúrskarandi. Tá ið Petur tók orðið, steðgaði fólk á og lurtaðu.
Sum ungur ætlaði hann at gerast blaðmaður, men hóast hann fór aðrar leiðir, so kom pennurin at vera hansara sterkasta amboð. Hann skrivaði evangeliskar greinar, og hann eggjaði, áminti og stimbraði tey trúgvandi. Alt hetta varð gjørt við einum flogi, sum mangan rúnabant lurtaran og lesaran. Men ofta er tað, eins og at tú merkir blaðmannin við journalistisku eygleiðingini aftan fyri tær hendingar, søgur og tiltøk, hann greiðir frá. Og so var hann jú eisini eitt skald, sum gav okkum nakað av tí besta, vit eiga, innan andaligan sang í nýggjari tíð.
Petur var ein drívandi megi á so mongum økjum. Og tá karmar skuldu gerast rundan um tað arbeiði, sum kona mín, Susan, og eg vóru farin undir í Keypmannahavn í 1973, var Petur okkum ein ómetaliga hollur stuðul. Tað var ikki minst hansara eldhugi og stríðsvilji, sum gjørdi, at fyrra Kristnastova varð keypt – nakað, sum hevði stóran týdning fyri framhaldið av hesum útisetaverki.
Petur kundi eisini síggja tað skemtiliga í lívinum – og tá ið tú lesur sumt av tí, sum Petur skrivaði, er tað beinleiðis stuttligt og stundum undirhaldandi at lesa. Men aftanfyri sást altíð ein álvarsmaður, sum var halgaður tí andaliga verki, sum lá ovast á hjarta hansara, og sum hann var ein so stórur partur av.
At Petur eisini var tjóðskaparliga sinnaður, var vinnulívsmaður og stundum skrivaði um onnur samfelagsviðurskifti enn tað, sum kemur fram í hesari bók, hoyrir eisini til myndina av einum manni við sera fjølbroyttum sjónarringi.
Seinnu árini sveik heilsan hjá Petur, og tað gjørdi, at hann ikki fekk skrivað og talað sum áður. Tað var harmiligt at uppliva, hvussu hesin gávaði røðari og høvundin gjørdist tigandi. Og tann 25. oktobur 1984 flutti Petur Háberg yvirum – inn í tað landið, hann so vakurt hevði yrkt um:
Dýra, fagra morgunlandið
sálin tá við gleði sær,
Slitnar tá hitt síðsta bandið,
eingin kleppur verður tá.
Sáligt verður tað at skoða
staðin, har við lívsins á.
Torn og tøk í ljósi loga,
songur ljómar skarum frá.
Tað má metast at vera sera kærkomið, at eitt savn kemur við nøkrum av teim greinum, talum og hugleiðingum, sum komu frá penni Peturs. Her eru dýrgripir av andaligari søgu og mentan, bornir fram av einum manni við einum týðandi boðskapi til samtíð og eftirtíð sína.
Øssur Berghamar