Sóljuskrýddu Føroyar
Tað var ein frægd at síggja Føroyaland skrýddar við sóljum, tá vit vóra heima í stuttari vitjan í síðstu viku. Eitt hav av sóljum allastaðni, serliga fram við áir og vøtn. Eisini úti í Sandagerði, har vit ofta fara ein túr, tá vit eru heima, haðani flestu myndirnar niðanfyri eru tiknar. Susan hentaði nakrar teirra í eitt tyssi, sum vit løgdu við grøvina hjá kæru...