Sangur frá fyrstu leguni í 1976
Tað var vikuskiftið 6 -8. februar 1976 at allarfyrsta legan hjá Kristnastovu varð hildin á “Kongelejren” í Norðursjællandi við heilt góðari undirtøku. Ungir føroyskir útisetar í Danmark komu saman til andaligt samfelag, teirra millum fleiri lesandi í Århus – eitt nú Róland í Skorðini, Árni Helmsdal og Johan Poulsen. Harumframt vóru Páll Poulsen og Rodmundur í Liða (sum tá hevði eftirnavnið Nielsen) eisini við, sum...
