Mong vitjandi

Samfelag og prát á terassini aftaná møtið

Summartíðin plagar at vera merkt av, at vit ikki eru so mong, sum koma til regluligu møtini í Kristnastovu, m.a. tí tey allarflestu ungu lesandi eru heima í summarfrí. Í ár hava vit tó verið væl fleiri enn vanligt er. Millum teirra, ið hava vitjað, hava verið fleiri fyrrverandi útisetar, sum vit lærdu at kenna, tá tey vóru undir útbúgving herniðri.

Tórheðin Jensen, fyrrverandi útiseti, og Jóhan Petur Johannesen, sum ofta hevur vitjað okkum – her saman við Jákupi og Øssuri

Eisini hava fleiri teirra, ið hava vitjað, luttikið á møtunum. Eitt nú høvdu vit vitjan av Anniku og Stephen Everett, sum greiddu frá verki teirra í Turkalandi umframt at hava ein boðskap. Gunnar Nielsen, sum vit eisini kenna frá útisetatíð hansara, luttók við einum orði ein sunnudag, og Jóhan Petur Johannesen, ið mangan hevur verið framvið í missiónsørindum,  bar fram ein boðskap ein annan sunnudag.

Bárður og Christa Mikkelsen, fyrrverandi útisetar, vitjaðu aftur saman við døtrum teirra.

Vit gleðast um góða samfelagið, sum er rundan um verkið í Kristnastovu, ið eisini kemur til sjóndar gjøgnum vitjanir sum tær, vit hava havt í summar.

You may also like...