80 ára frælsisdagurin

   IMG_1158

Tað er 4. mai, frælsisdagur Danmarks. 80 ár eru liðin, síðani boðini hoyrdust úr London frá BBC, at landið aftur var frítt – eftir at hava knógvað undir týskum hervaldi í fleiri ár. Sjónvarpsrásir hjá DR og TV2 hava í dag samstarvað um at senda frá minningarhaldunum ymsastaðni kring landið, og tað hevur verið bæði hugtakandi og grípandi. Nú eru bert nakrir fáir krigsveteranar eftir, sum vóru við í mótstøðuni móti nazistunum, og teir fingu nógv viðurkennandi orð. Og ymist tankavekjandi var sagt um krígsárini, sum var vert at geva gætur. 

Fyri 10 árum síðani – tá 70 ára frælsisdagurin varð hildin – skrivaði eg nøkur orð her á heimasíðuni, sum eg leggi útaftur her: 

Hugtakandi var at síggja gomlu krígsvetranarnar og onnur hátíðarhalda 70 ára dagin fyri útfrínanini frá týska hervaldinum í 1945. Støðan ávirkaði jú eisini føroyingar, sum vóru niðri í Danmark undir útbúgving og ikki sluppu heimaftur.

Og siðvenjan við at tendra ljós í vindeygunum er eisini ein vøkur staðfesting av, at fólk vilja fagna minninum um teir, sum fullu og frælisdagin 4. mai 1945, tá Danmark umsíðir varð frítt aftur.

Susan hevur í mong ár tendrað ljós í vindeygunum 4. mai, tí pápi hennara var við bæði í fyrra og seinna heimsbardaga, og hetta kvøldið var mynd av pápa hennara, George Pope, í militerklæðum sett við síðuna av brennandi ljósunum.

Og sum kristin – ja, so hava vit eina enn størri útfrían at fagna, tíat Jesus ein dag setti okkum í frælsi, tá hann  “avvápnaði tignirnar og valdini, og gjørdi tey til skammar fyri eygum alra, tá ið hann á krossinum vísti seg sum sigurharra yvir teimum.”  Kol. 2,14.
————–
Og so kann leggjast aftrat, at í skrivandi stund standa tendraðu ljósini og lýsa í gluggunum.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *