Seniorarnir hittust aftur

Hugnaligt kendist at vera saman aftur við eldra ættarliðnum av føroyskjum útisetum í Kristnastovu mikudagin 1. desembur. Støðan við koronu gjørdi, at eingin seniorsamkoma var í 2020, men nú eydnaðist at hava eina samkomu aftur. Vit vóru ikki kkki so mong, sum vit plaga – og tað hevur sínar góðu grundir – men tó vóru vit ikki so fá, sum fingu eina sera góða løtu saman hendan mikudag seinnapart.
Umframt at njóta ein góða bita við m.a. føroyskum viðskera,  sóu vit myndir av seniorsamkomum frá tíðarskeiðnum 2015-18. Vit sungu jólasangir og fingu køkur og kaffi. Og so høvdu vit ta gleði at hava millum okkara Svenning av Lofti, sum greiddi okkum um hansara áhuga fyri Ísrael, og um tær ísraelsferðir, sum hann hevur skipað fyri í mong ár. Ferðin hjá Ebenezerkórinum til Ísrael í 2011 var eisini havd á lofti og einstakar myndir vóru sýndar frá túrinum.
Til seinast bar Jákup Hansen eina heilsan fram frá Sálmi 23 eftir Dávid. Og so sungu vit gleðilig jól, og tað ynsktu vit hvørjum øðrum, sum fólk leitaðu heimaftur henda seinnapartin, áðrenn myrkrið fall á. Niðanfyri síggjast nakrar myndir frá degnum.

You may also like...