Lindin nýggja heimasíðu

Herfyri fekk Lindin nýggja heimasíðu, og tað má sigast vera eitt framstig hjá hesi evangelisku sendistøð, sum nógvir útisetar munnu hava stóra gleði av. Við nýggju og meiri livandi heimasíðuni er tað vorðið munandi lættari at  finna sendingar og fáa eitt yvirlit yvir tað, sum sent verður.

Lindin byrjaði at senda 21. jan. 2000. Tað sum fyrst varð sagt í mikrofonina út í luftina var “JESUS”. Tað var av sonnum eitt gott navn at senda út í føroyska loftrúmið beint eftir aldarskiftið. Um endamálið við hesi evangelisku sendistøð, sum sendir alt samdøgrið, verður sagt;

  • At føra ta Føroysku tjóðina til eina størri tilvitan um Jesu Kristi harradømi, Hansara mátt til at frelsa, grøða og seta í frælsi, navni Hansara til dýrd.
  • At skapa umstøður til at kunngera boðskapin um kærleika Guds, gjøgnum kristnan tónleik og bíbliugrundfesta undirvísing.
  • At gera Føroya fólk tilvitandi um kærleika Guds og fyrigeving syndanna ígjøgnum boðan av Orði Hansara.
  • At fáa eitt amboð, har Orð Guds kann verða boðað fyri fólkinum hvar og nær tey vilja lurta.
  • At skapa møguleika fyri at kunna vitna um tað, sum Gud ger í okkara tjóð, okkara kirkjum/samkomum og í lívinum hjá tí einstaka.

Av sonnum góð og høg mál at arbeiða fyri, og vit trúgva eisini, at Harrin skal signa hetta verk, eins og Hann hevur gjørt áður.

You may also like...