Sunnudagsskúlin í Føroyum 140 ár

Gamla Ebenezer

Í hesum ári, 2020, sum nú er komið at enda, eru 140 ár liðin, síðani byrjað varð við fyrsta sunnudagsskúlanum í Føroyum. William G. Sloan, skotski trúboðarin, sum eisini var barnavinur, byrjaði hetta verk í Sloans sali við Tinghúsvegin, sum havnarfólk kallaðu húsið. Hesin salur var bygdur árið frammanundan. Har savnaðist fyrsta samkoman, og í 1905 varð so gamla Ebenezer bygt. Har varð hildið fram sunnudagsskúlanum.
Alexander Samuelsen hugleiðir soleiðis um hetta verk:

Hesa ársins tíð er vanligt at kjósa ársins átak, ársins undangongufólk og so framvegis. Tað er ikki ætlanin í hesum føri. Ætlanin er bert at kasta ljós á sunnudagsskúlan í Ebenezer, sum í ár hevur 140 ár á baki.
Ilt er at meta um, hvussu mong børn hava gingið í sunnudagsskúla í Ebenezer hesi farnu 140 árini, men talið man vera methøgt. Fleiri ættalið av sunnudagsskúlabørnum hava gingið í sunnudagsskúlan í Sloan’s Sali við Tinghúsvegin, í ‘Gamla Ebenezer’ og í Ebenezer, sum nú er.
Hvønn týdning, sunnudagsskúlin hevur, duga vit illa at meta um. Men at hann hevur nógv størri týdning, enn vit mangan geva okkum far um, eri eg sannførdur um.
Her fáa tey smáu frásøgnina um heimsins Frelsara, sum Gud sendi í heimin sum lítið barn, ikki ‘fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum’ (Johs. 3:17). Og sum børnini vaksa til, verður frálæran í sunnudagsskúlanum um Gud, Jesus, Himmalin, æviga lívið, hin ónda – ja, alt ráð Guds – tillagað til júst tað støði, tey eru á. Og við hesum virðismikla kunnleika í viðføri, kunnu tey seinni fara út í livið.
Vit, sum sjálvi hava gingið í sunnudagsskúla sum børn, síðani hava leitt okkara børn í sunnudagsskúlan, og nú síggja barnabørnini fara somu leið: í sunnudagsskúla, eru Harranum takksom fyri sunnudagsskúlan. Vit biðja, at tíðin í sunnudagsskúlanum skal opna eygu barnanna, so tey taka ímóti heimsins Frelsara sum teirra frelsara.
Kæru tit, sum í dag eru sunnudagsskúlalærarar og bera henda sama lívssæla boðskapin til børnini í Ebenezer, 140 ár aftaná, at byrjað varð: Hjartaliga takka vit tykkum fyri verkið, tit gera fyri Harran. Takk fyri ta orku, tit leggja í, fyri at náa børnini við boðskapinum um Hann, sum kom, og sum fer at koma aftur eftir øllum, sum trúð hava á Hann.
Haldið trúliga á og minnist til: “Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal (Orðt. 22:6). Ella, sum Jens av Reyni endar greinina niðanfyri við:
Latið okkum í trúskapi halda fram við arbeiðinum fyri at fáa børnini frelst, tað arbeið, sum hinir gomlu fóru í holt við fyri 140 árum síðani, og hyggja frameftir og uppeftir til tann Harran, sum fyri heystinum ræður, at hann má lýsa signing sína yvir arbeiðið.

Jens av Reyni – málningur av soninum, Ingálvi, í 1948

Jens av Reyni
skrivar í Sunnudagsskúlablaðnum nr. 39 í 1940:

Sunnudagsskúlin í “Ebenezer” kann í ár halda 60 ára jubileum, við tað at hann byrjaði í 1880 í salinum við Tinghúsvegin.
Hesin sunnudagsskúlin er hin elsti í landinum og er 15-16 ár eldri enn tann, sum kom næst eftir honum. Tá dugdi fólk ikki at síggja, hvat tað hevði uppá seg at lata børnini fara í sunnudagsskúla – tað vóru mong, ið hildu, at tað kundi vera nóg mikið, at børnini vóru í skúla gerandisdagar, um tey ikki eisini skuldu ganga í skúla sunnudagar.
Ikki vóru børnini nógv, sum komu tey fyrstu árini, men so við og við fingu børnini sjálvi interessu eftir at koma og hoyra søgurnar úr bíbliuni fortaldar á ein slíkan hátt, at tey dugdu at fata tær.
Teir fyrstu arbeiðararnir í sunnudagsskúlanum vóru Wm. Sloan og Andreas Isaksen – Dia í Geil – og nakað seinni kom Hans Joensen aftrat. Tá missionerurin Alex. Mitchell í 1890 kom til Føroyar, fór eisini hann – so skjótt hann var førur fyri tí – at virka í sunnudagsskúlanum.
Í 1899 fór Mitchell til Noregs fyri at virka fyri Harran har, og sunnudagsskúlin varð tá latin Hans Joensen og Niels Holm í hendur, meðan Wm. Sloan sum vant tók lut í arbeiðinum, hvørja ferð hann var heima.
Í 1905 flutti sunnudagsskúlin oman í “Ebenezer”. Gjøgnum tíðirnar hava tað verið mangir lærarar í skúlanum – bæði menn og kvinnur – og nógv eru tey, sum har hava hoyrt Lívsins orð, og nú standa meir enn 200 børn uppskrivað í klassabókunum.
Eftir at skúlin var fluttur í “Ebenezer”, arbeiddu Eliesar Arge og Ludvig Poulsen har í nøkur ár; men allir teir, vit her hava nevnt, eru nú heima hjá Harranum eftir væl avrikað virki fyri hann.

Sunnudagsskúlabørn uttan fyri gamla Ebenezer uml. 1950

Hví halda sunnudagsskúla, og hvørja nyttu ger hann? kann onkur kanska spyrja. Hvat hesum sunnudagsskúlanum viðvíkur, so kunnu vit, ið hava staðið í sambandi við hann tey seinastu 30-40 árini, svara, at vit hava sæð tað stóra arbeiði, sum har er gjørt, og vit hava sæð stóra frukt av hesum arbeiði.
Ikki so fá av teimum, sum ídag eru í forsamlingini, og so gott sum allir sunnudagsskúlalærararnir, eru ein beinleiðis ella umvegis frukt av teirra arbeiði, sum nú eru heima hjá Harranum.

Sunnudagsskúlaarbeiðið kann illa metast ov høgt; tí vit vita, at lætt er barnasinnið at ávirka, og tað, ið vit kunnu læra hin unga, gloymir hann ikki, tá hann verður eldri. Tí hevur tað nógv at siga, at tey, sum arbeiða millum børnini, kenna ábyrgdina av, at tað ið framhildið verður, er eftir bíblinuni, og at Jesus Kristus verður soleiðis framsettur fyri tey, at tey kunnu taka móti honum í trúgv og yvirgeva seg til Hansara á ungum árum.
Tað eru mong av okkum, sum nú hava verið í forsamlingini í mong ár, ið fingu okkara fyrstu virkuligu undirvísing um Jesus Kristus og vóru andaliga ávirkað, tá vit gingu í sunnudagsskúla, og mong eru tey, sum vita, at tey blivu frelst í sunnudagsskúlanum.
Latið okkum í trúskapi halda fram við arbeiðinum fyri at fáa børnini frelst, tað arbeið, sum hinir gomlu fóru í holt við fyri 60 árum síðani, og hyggja frameftir og uppeftir til tann Harran, sum fyri heystinum ræður, at hann má lýsa signing sína yvir arbeiðið.

Tað eru alto fyri 80 árum millum greinina hjá Alexander og Jens av Reyni.  Arbeiðið millum børnini heldur fram enn í dag, og tað kunnu vit gleðast um.

 

 

You may also like...