Stevna í heystfrítíðini

Sum áður sagt her á heimasíðuni var vegna korona eingin lega hildin í ár í heystfrítíðini, sum annars siður hevur verið í mong ár. Men í staðin vóru nøkur eyka tiltøk júst tað vikuskifti,  sum legan skuldi vera tvs 15 -18. oktober. Møti vóru í Kristnastovu hóskvøld, fríggjakvøld og sunnumorgunin. Harumframt var leygardagurin settur av til tiltøk í Skovlunde Frikirke, sum hevur munandi rúmligari høli ennn Kristnastova. Eitt nú bar til at syngja felagssang har, og sangurin rungaði eisini við megi hendan dagin.
Andrew og Sara Berghamar, sum bæði eru knýtt til samkomuna í Skovlunde, undirvístu hesar dagar út frá Matteus 24, har Jesus talar um tíðina eftir heimferð sína og endatíðina – eisini afturkomu Hansara, sum stundar til. Eitt áhugavert og viðkomandi evni, sum góvu okkum øllum nakað at hugsa um. Um kvøldi var ein góð løta við lovsangi, og tað kendist gott og lívgandi at kunna syngja aftur. Stevnuvikuskifti endaði sunnudagin í Kristnastovu, har Jákup Olsen eftir takkarløtu og breyðbróting talaði um samkomuna sum brúður Kristusar, ið ger seg til reiðar til komu hansara.
Niðanfyri her síggjast nakrar myndir frá stevnuvikuskiftinum.

 

You may also like...