Vaksandi skari

Hetta várið hevur verið merkt av teimum skerjingum, sum hava fylgt við koronasmittuni. Alt samfelagið hevur verið at kalla afturlatið, og tað hevur eisini gingið út yvir møtini í Kristnastovu. Men nú er gleðilig broyting farin fram – smittan hevur mist takið –  og latið verður varisliga uppaftur. Hetta merkir, at fleiri nú kunnu koma til møtini.
Og tað merkist væl, at fólk eru fegin um at vera aftur og at síggja hvønn annan. Hóast tað bert í fyrsta lagi hevur verið pláss fyri umleið 30 fólkum við teim tilmælum, sum nú eru galdandi, so hevur tað kenst gott og lívgandi hjá teimum, ið tveir teir seinastu sunnudagarnar hava leitað út á Birmavej 36.
Sólin hevur skinið so fagurliga, og farið hevur verið útum eftir møtið.
 Samfelagið við Harran og fólk Hansara er dýrabart – og nú var gott aftur at hittast, syngja lovsangir, tilbiðja Harran og hoyra Orðið talað.

 

You may also like...