Andaktir uttandurað halda fram

Orðið verður borið fram uttan fyri Sjúklingahotellið

Hóast danska samfelagið letur upp aftur á fleiri økjum, er framvegis ikki gjørligt at vitja sjúklingar á Sjúkrahúsunum. Sum støðan er nú, kunnu avvarðandi heldur ikki vitja síni kæru, sum eru innløgd. Hetta merkir eisini gerandisdagin hjá føroyingum á Ríkissjúkrahúsinum og føroyska Sjúklingahotellinum.
Men í fleiri vikur hevur møguleiki verið at hava andaktir á vøllinum uttan fyri Sjúklingahotellið. Fólk hava sitið í túnunum og uppi á altanum og vindøgum omanfyri, tá andakt hevur verið hildið. Tey hava sungið saman okkum, sum vitjaðu, og lýtt á Orðið, ið talað var. Hetta hava verið góðar løtur við góðum sambandi við fólk, ið eru niðri hesa tíðina, tó í frástøðu.
Ja, tað hevur kenst sum at vera til útimøti í gomlum døgum, har boðskapurin mangan ljóðaði uttandurað. So er tað bøn okkara, at Harrin eisini signar tað, ið sáað verður í hesi undantaksstøðu, navni Hansara til heiðurs.

Hesi mannaðu liðið til eina av andaktunum

Fólk lýða á, meðan talað verður. Hinumegin síggjast føroyska og grønlendska flaggið.

 

 

 

 

 

 

 

You may also like...