Jólasangur á Ríkissjúkrahúsinum

 Nógv verður gjørt fyri at hugna um tilveruna hjá fólki, sum mugu vera á sjúkrahúsum og øðrum stovnum, nú tað stundar móti jólum. Eisini á Ríkissjúkrahúsinum. Og sum eg hendan dagin kom framvið, hoyrdi eg vakrar tónar frá einum kóri, sum sang fyri sjúklingum og avvarðandi. Hetta var skilliga nakað, sum fólk setti prís uppá – eisini tá fjøldin fekk høvi at syngja “Julen har bragt velsignet bud”. Hugtakandi at síggja, hvussu fólk, sum ikki vóru so væl fyri, vera komin fyri at njóta løtuna, stuðlað av avvarðandi og fólki í hvitum kitlum.
Hetta er er ein myrk árstíð, men ein slík løta er við at tendra ljós í myrkrinum.

You may also like...