Sóljan aftur í túninum

Tað kendist gott at síggja Sóljuna, sum sjúklingabussurin verður kallaður, koma koyrandi inn í túnið hjá Kristnastovu við fólki hendan sunnumorgunin. Vit hava havt gleði av Sóljuni í mong ár, men tíverri hevur eingin reglulig koyring verið nú í fleiri mánaðar. Tað er so broytt nú, og gongd er komin aftur í hesa tænastu. Sóljan koyrir, og tað gleðast vit um – ikki minst vegna tey mongu, sum eru niðri í sjúkraørindinum.
Tað var um aldarskiftið, at bussur var keyptur fyri at lætta um og stytta um stundir hjá sjúklingum og avvarðandi. Seinni er so størri bussur keyptur. Sunnudagar verður vanliga koyrt til møti og gudstænastur, alt eftir hvar fólk ynskja at fara. Koyringin fer fram av sjálvbodnum bussførarum.         Ø.

You may also like...