Down deep in my heart

Hvat var tað, sum gjørdi at ein sangur var skrivaður ella kom fram. Tað er altíð áhugavert at hoyra um. Men tað kann eisini vera forvitnisligt at vera mintur um, hvussuleiðis ein sangur er komin okkum heim til Føroya og umsettur til føroyskt. Og har eru søgurnar ymiskar.
Fyri umleið 50-60 árum síðani vóru tveir brøður í USA sum sungu og útgóvu plátur. Teir itu Palermo Brothers. Teir útgóvu eina plátu við evangeliskum sangum, skrivaðir av Stuart Hamblen. Plátan kom eisini til Føroya, og ein av sangunum æt, “Down deep in my heart”. Hann var týddur til føroyskt undir heitinum “Eg havi Kristi kærleik” og gjørdist helst mest kendi sangurin á fyrstu EP-plátuni hjá Sangbrøðrum, sum kom út fyri jól í 1966 við fýra sangum.
Enska útgávan kann hoyrast  HER

You may also like...