Har tað kostar at vera kristin

Forfylging av teimum kristnu er versnað í stórum londum sum Kina og India, har mong trúgvandi vága nógv fyri at vera millum teirra, sum játta trúgv á Jesus. Hetta sæst av árliga listanum ”World Watch List 2019” hjá Open Doors.
Hesin altjóða kristni felagsskapurin, sum arbeiðir millum kristin, ið verða atsøkt fyri trúgv teirra, ger á hvørjum ári ein lista við 50 tjóðum, har atsóknir móti kristnum fólki er harðast. Kanning teirra er, sum skilst, gjølla og væl fyriskipað.
Ikki óvæntað er Norður Korea ovast á listanum. Men ørkimlandi er eisini vaksandi ágangurin eitt nú í stórum londum sum Kina og India. Meðan India í 2014 var nr. 20 er landið nú nr. 10. Kina, sum var nr.43 í fjør, er nú nr. 27.
HER  sæst listin , sum er almannagjørdur saman við heimskorti á heimasíðuni hjá Åbne Døre, som er danska deildin hjá Open Doors. Har kanst tú eisini síggja og hoyra frágreiðing á enskum.
Niðurstøðan hjá Open Doors er sera ørkimlandi. Sanniliga er nakað at hugsa og kunna um – og ikki minst – at biðja fyri hjá okkum, sum njóta fult trúarfrælsi á okkara leiðum.

You may also like...