Lega í frálíkum heystveðri

Góðir dagar, hóast vindur og regn.”  Tað var yvirskriftin á hesi heimasíðu yvir Kristnastovuleguni í fjørð. Heilt ørvísi var tað í ár, tá lega var hildin í góðveðri frá 18.  til 21. oktober á Nordsjællands Efterskole, sum seinastu mongu árini hevur verið karmur um leguna. Yvir 100 føroyingar vóru savnaðir hesar dagar uppi í Valby, sum landsbygdin eitur, ið liggur nakað uttan fyri Helsinge.
Niels Pauli Nónstein hevði bíbliutímarnar hesaferð og talaði um Dánjal og vinmenn hansara. Eitt sera viðkomandi evni, tí teir vóru jú eisini ungir útisetar einaferð í fremmandum landi. Andrew Berghamar luttók eisini m.a. í uppleggi til orðaskifti um, hvussu vit kunnu vera vitni millum danir. Og nógv annað var annað á skránni, bæði innan og uttandurað, eisini millum børnini.
Flestu luttakararnir vóru komin úr Keypmannahavnarøkinum, men eisini vóru nakrir teirra úr Jyllandi.  
Hetta vóru løtur við góðum og samansjóðandi felagsskapi, gevandi bíbliutímum, vitnisburðum og lovsangi. Niðanfyri síggjast nakrar myndir av Kristnastovuleguni 2018.                                                                                                    ØB

 

 

 

 

 

     

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

You may also like...