Eitt ár við avloysarum

Jákup og Sólvá

Síðani ársskiftið hava hjúnini, Sólvá og Jákup Hansen, úr Klaksvík staðið við róðri úti á Birmavej 36, meðan Dora og Niels Pauli Nónstein hava verið heima í Føroyum í farloyvi. Undan teimum vóru Lisa og Trygvi í Liða í Kristnastovu saman við lítlu dóttrini, Nomi.
Hetta tíðarskeið er nú komið at enda. Dora og Niels Pauli og børnini eru niðurafturkomin og farin til verka aftur. Vit, sum hava okkara andaliga heim í Kristnastovu, eru takksom fyri alla ta hjálp, vit hava fingið hesa tíð – bæði frá Lisu og Trygva og síðani Sólvá og Jákup, sum nú eru komin heimaftur til Klaksvíkar, har tey búgva – og øðrum við.
Og hetta er so tíðin, tá ungir útisetar koma niður til Danmarkar fyri at byrja ella halda fram við lesnaði og útbúgving. Mong teirra vóna vit at fara at síggja í Kristnastovu.

You may also like...