Vinur og vegleiðari er fluttur heim

Leygardagin 20. mai í ár var ein sokallað reunionsamkoma á Paranassinum á Hafnia fyri einum aldrandi skara, sum var við til eitt bíbliuskeið í 1962 – hildið í sama høli. Liðin vóru 55 ár, síðani hetta tiltak fór fram, sum var hitt fyrsta av sínum slagi. Tað var Zacharias Zacharissen, sum í síni tíð tók stig til hetta tiltak. Hendan seinnapartin í mai varð hugleitt um bíbliuskeiðið í 1962, tá ið vit øll stóðu í ungdómsins blóma. Myndir vóru sýndar og sangir sungnir, sum leiddi okkum aftur til nakrar ógloymandi dagarnar.
Zacharias tóktist vera væl fyri, bjóðaði vælkomið og greiddi frá visiónini fyri bíbliuskeiðnum og um lærararnir, ið luttóku. Hann nevndi tey við navni, sum ikki longur vóru okkara millum, og vit mintust tey øll við tøkk. Tað, sum vit ikki vistu tá, var, at Zacharias sjálvur skuldi vera tann næsti, ið fór, og at hetta í veruleikanum eisini varð ein farvælsamkoma. So stutta tíð aftaná, mánadagin 21. august, var skeið hansara av og hann flutti yvirum aftaná stutta sjúkralegu.
Tá ið Zacharias í 1961 trein út í fulltíðartænastu fyri Harran, var hann ein slóðari fyri einari nýggjari tíð. Áðrenn hann steig út, vóru tað bara Victor Danielsen og Andrew Sloan, sum vóru trúboðarar í tænastu burturav innan samkomur okkara. Zacharis kom úr einum góðum heimi Norðagøtu, og haðani fekk hann nógv gott í beinini. Tá ið hann so fór at læra til rørleggjara í Havn, kom hann at sita við føturnar á bíbliukønum monnum sum Peturi Háberg og Andrew Sloan og øðrum, sum eisini fingu stóran týdning fyri hansara andaligu menning.
Tá hann so avgjørdi at fara á Moorlands Bíbliuskúla í Suðuronglandi, búnaðist kallið at fara út sum trúboðari.Vit eru framvegis mong, sum minnast, hvussu hann kom heim aftur úr Onglandi við nýggjum sangum og vitjandi enskum talarum. Brynleif Hansen úr Fuglafirði fór eisini á sama bíbliuskúla og teir gjørdist tættir samverkamenn. Tað var ein endurnýggingartíð fyri eina siðbundna samkomu, sum fekk frískligan íblástur í andaliga arbeiðnum kring oyggjarnar.
Ì oktober 1961 kunngjørdi Zacharias á samfelagsmøtunum í­ Havn, at hann hevði tikið ta avgerð at fara út í fulltíðartænastu fyri Harran. Petur Háberg skrivar í blaðnum, Lív og læra, at “tað fløvaði øll um hjarta, sum sunnumorgunin 22. oktober í Ebenezer hoyrdu Sakaris greiða frá, hvør ætlan hansara var, og hvør bakgrundin fyri hesum stigi var.”
Brynleif trein eisini út í evangeliska tænastu og fór undir arbeiði við barnalegum – væl stuðlaður av Zachariasi. Hann fekk tó ikki langa virkistíð og varð brádliga tikin heim í 1970, tá flogfarið datt niður úti í Mikinesi. Men ringarnir breiddu seg, og aðrir trúboðarar fóru út í Harrans verk, bæði í Føroyum og ymsastaðni í heiminum.
Zacharis var ein stórur orðsins mynduleiki, hvørs bíbliutímar altíð høvdu vekt og dýbd og vóru merktir av trúskapi móti Orðinum. Hóast lítillátin av lyndi og hugburði fylti hann ómetaliga nógv í andaliga landslagnum, og tað kennist vera eitt ógvuliga stórt tómrúm, nú hann er farin.
Zacharias var, saman við bróðrinum, Flóvin, við til at geva tíðarritið Leirkerið út, sum er útkomið í mong ár, umframt eina ørgrynnu av bókum og bóklingum.  Harumframt var hann eisini sálmaskald og týðari. Alt var merkt av dygd, sum kom frá hond hansara, ikki minst føroyska málið. Og snotuligar eru bøkurnar á bókahyllini, ið  eru útkomnar ár um ár við bíbilskum evnum og gevandi, søguligum tilfari.
Zacharias hevði eitt hirðahjarta, sum brann fyri fólki Guds, burturi og heima. Hann var ein góður lurtari, sum fegin legði oyra til teirra, sum  høvdu spurningar at seta og høvdu brúk fyri vegleiðing. Hann hevði sínar persónligu sannføringar, men uttan at vera trongur. Sjónarringurin var víður og rúmur.
Okkara hugsanir leita til konuna, Lis, sum var honum ein trúfastur stuðul, og fimm synirnar, Dánjal, Jákup, Jógvan, Arna og Pætur. Vit eru eisini mong, sum hava hildið okkum átt ein part í “Sakaris”, sum hann vanliga varð kallaður.
Ein patriarkur í  samkomu Guds er fluttur heim til til teir ævigu bústaðir. Vit minnast við takksemi okkara góða vin og andaliga vegleiðara, Zacharias, sum nú er fluttur heim í dýrdina eftir lokna og trúfasta tænastu.                                        

Øssur

Felagsmynd av luttakarunum frá 1963 – tikin á Hotel Hafnia 28. mai í ár

 

 

You may also like...