Ein vitnisburður á ólavsøku

Standmyndin av Niels R. Finsen uttan fyri Ríkissjúkrahúsið

Hugleiðingar frá einum útimøti fyri mongum árum síðani.

Niels R. Finsen, sum livdi í tíðarskeiðinum  1860 – 1904, var amtmannsonur og vaks upp í Føroyum. Hann var mettur sum ein stórur slóðbrótari innan heilsuvísind, sum hann eisini fekk nobelheiðrsløn fyri, tí hann rakti við ta leking, sjúklingar kunnu fáa gjøgnum ljósviðgerðir.

Men tað var nú ikki hann, vit fara at umtala í hesari grein, men eina hending, sum fór fram í Ólavsøku, tá yngsti bróðir Niels R. Finsen, ið æt Jón, vitjaði aftur til Føroya.

Andrew Sloan, sáli, sum sjálvur var trúboðari, hevur greitt einaferð frá, hvussu hann legði merki til ein fremmandan mann, sum eitt summar gekk malandi aftur og fram á teimum gomlu støðunum í Havn. Hann visti ikki hvør maðurin var.

Men so kom ólavsøkan. Og á einum útimøti á “káta horninum,”  ólasøkuaftan var útimøti. Tá stóð hesin fremmandi í fólkaskaranum og lýddi á.

Síðani greiðir Andrew Sloan soleiðis frá:

– Tá ið møtið var liðugt, kom maðurin yvir til min, heilsaði og spurdi, um eg kendi Mr. Sloan. Ja segði eg, at mítt navn var Sloan. “Nú” segði hann, eru tygum tá sonur gamla Mr. William Sloan? Jú, tað var eg. So segði hann mær, at hann var sonur amtmann Finsen og altso bróðir Niels R. Finsen.”

Í samrøðu síni við Sloan, greiddi Jón Finsen frá,  at hann nú búði í Johannesburg í Suðurafrika og skuldi vitja familjuna í Danmark, men hevði lagt leiðina um Føroyar. Tað var nógv broytt í Føroyum, men hann var glaður um at finna so mong av teimum støðum og steinum, har hann hevði spælt sum smádrongur.

Tað var bert eitt, sum hann saknaði og hevði glett seg at síggja aftur og tað vóru sóljurnar. Tær vóru longu “avblomstraðar,” tá ólavsøkan kom.

Men tað mest áhugaverda í samrøðu teirra hetta kvøldið, var, at Jón Finsen kundi greiða frá, at hann nú var ein trúgvandi maður – at hann hevði upplivað frelsunnar vissu í trúnni á Harran Jesus, sigur Andrew Sloan frá í frásøgn síni.

Hetta var hent í Johannesburg. Tað var eitt kvøldið, at Jón Finsen kom fram við einum útimøti og har hoyrdi evangeliið, at hann var gripin av orðinum og skjótt aftaná kom til persónliga trúgv á Jesus. Síðani hevði tá hevði hann tikið støðu sína fyri Kristus og savnaðist saman við øðrum trúgvandi fólki har um Harran og orð Hansara.

Samrøðan við Andrew Sloan førdi til at Jón Finsen kom á møti ólavsøkudag og greiddi har frá vitnisburði sínum.

Hetta gleddist Andrew Sloan um og skrivar:“Tað var fyrstu og seinastu ferð eg hitti Jón Finsen, men einaferð skulu vit hittast aftur av náði Guds heima hjá Harranum.”

Nógv ár eru liðin, síðani hendan áhugaverda hending fór fram. Andrew Sloan doyði í 1973. Men enn ljóðar boðskapurin bæði inni og úti. Boðskapurin, um Jesus sum framvegis er mentur at frelsa hvønn tann, sum steðgar á, lurtar eftir orðinum – og trýr á Jesus sum Frelsara og Harra.  

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *