Juvel II í Randers
Missiónsskipið Juvel II var á vitjan í Randers á páskum og nakrar dagar aftaná, mannað við yngri og eldri luttakarum. Ein áhugaverd og lívgandi vitjan fyri fólkið har á leiðini og okkum, sum komu framvið og steðgaðu tveir dagar. Har vóru mong, sum komu umborð og onnur, sum komu á møti í hølunum í Dytmærsken 9 – rættiliga tætt við skipið. Har varð evangeliserað úti á gongugøtuni og Orð Guds borið fram í sangi, vitnisburði og boðskapi. Túrar við bátunum vóru skipaðir við góðari luttøku av vitjandi fólki. Ein frægd at síggja ungu fólkini, sum íðin tóku lut í tí, sum fór fram.
Tey fóru heimaftur í dag, og bøn okkara skal vera, at tað, ið sáað hevur verið í Randers í hesum døgum, ríkliga skal bera ávøkst í hjarta og lívi teirra, sum hoyrdu orðið um Jesus.
Her eru nakrar myndir frá forvitnisligu vitjanini í Randers.
![](https://www.berghamar.com/wp-content/uploads/2024/04/1-1024x768.jpg)
![](https://www.berghamar.com/wp-content/uploads/2024/04/2-1024x734.jpg)
![](https://www.berghamar.com/wp-content/uploads/2024/04/3-1024x768.jpg)
![](https://www.berghamar.com/wp-content/uploads/2024/04/4-1024x768.jpg)
![](https://www.berghamar.com/wp-content/uploads/2024/04/5-1024x768.jpg)
![](https://www.berghamar.com/wp-content/uploads/2024/04/6-1024x768.jpg)
![](https://www.berghamar.com/wp-content/uploads/2024/04/7.jpg)
![](https://www.berghamar.com/wp-content/uploads/2024/04/8-1024x768.jpg)
![](https://www.berghamar.com/wp-content/uploads/2024/04/9-1024x768.jpg)