Lega á NE einaferð enn

Í dag 19. oktober byrjar heystlegan hjá Kristnastovu, sum verður hildin á Norðursjællands Efterskole – ið liggur tætt við Helsinge – nakað sunnan fyri Gilleleje.  Hetta er 21. árið, at legan verður hildin á hesum skúla. Tó var eingin lega í 2020 vegna korona farssóttina.
Í ár vitjar Regin Guttesen, ættaður úr Havn, ið virkar sum trúboðari í Italiu. Hann fer at hava bíbliutímarnar á leguni, sum vera fyrrapartar av degnum, og fer at tosa frá 1. Pætursbrævi. Yvirkriftin er “Góð tíðindi fyri útisetar”. Eisini fer hann at luttaka við sangi og vitnisburði .
Annars fer ymist fram á leguni bæði fyri børn og vaksin. Luttakaraskarin er stórur – helst seta vit met hesaferð – og bøn okkara er, sum vit stundum plaga at syngja: “Kom og vitja okkum, Frelsari, einaferð enn.”

You may also like...