Vitjanin av Ebenezerkórinum

Eftir at hava sungið í forhøllini á Ríkissjúkrahúsinum týsdagin 30. mai fór Ebenezerkórið heim aftur til Føroya eftir fimm daga ferð í Danmark. Hesar dagarnar um hvítusunnuna vitjaði kórið á fleiri støðum í Jyllandi, steðgaðu á í Odense, og luttóku so á fýra støðum á Keypmannahavnarøkinum: í Kristnastovu, í Føroyahúsinum, í Skovlunde Frikirke og í forhøllini á Ríkissjúkrahúsinum. Hetta vóru góðar og signaðar løtur. Og at hoyra tey syngja uttan fyri Kristnastovu í góðveðrinum, meðan smáfuglarnir “sungu við” í trøunum, var hugtakandi.
Væl av fólki kom at lurta eftir kórinum, sum hevði nógvar góðar sangir í skjáttuni – bæði nýggjar og gamlar. Tað varð sungið á føroyskum, donskum og enskum. Orðið um Jesus og lívið í Honum varð sungið væl og vakurt – og við nógvum, ymiskum variatiónum.   
Her eru nakrar myndir frá vitjanini á Keypmannhavnarøkinum – og vit takka Ebenezerkórinum hjartaliga fyri teirra lívgandi vitjan.  

You may also like...