Nøkur orð um pápa okkara

Í samband við føðingardagin hjá pápa okkara, Sigurd Berghamar, beint fyri jól, skrivaði Erla hesa hugleiðing á facebookvanga sínum:

112 ár liðin, síðan babba varð føddur 22. desember 1910 í Konradsbrekku í Havn. Brekkan varð nevnd eftir abba hansara í móðurlegg, Conrad Nicolaisen, sum var tann fyrsti, ið bygdi heilt har úti, tá ið Havnin var lítið meir enn á Reyni, í Gongini og har á leið. Framvegis nevnist gøtan Konradsbrekka manna millum, hóast almenna navnið í nógv ár hevur verið Gríms Kambansgøta.
Omma, sum var fødd úti á Reyni í húsunum hjá abbanum, áðrenn tey bygdu úti í brekkuni, fór 16 ára gomul á læraraskúla. Nýútlærd gjørdist hon 19 ára gomul lærari í allari Kalsoynna í 1893: Hon var á Trøllanesi eina viku, í Mikladali 14 dagar, á Húsum 14 dagar og á Syðradali eina viku. Umframt tað danska, tey tá skuldu læra, var okkurt á føroyskum, tey kundu lesa, og eisini lærdi hon tey nakað av enskum.
Har norðri rann saman millum hana og abba, ið varð nevndur Jóhannes á Nesi. Hann var føddur á Selatrað, pápin var bóndasonur av Trøllanesi. Mamma abba doyði, tá ið hann var nakrar dagar gamal, og seinni fór abbi til Havnar til ein farbróður og flutti síðan við honum norð á Nes, har farbróðirin tók við garðinum eftir unga bróðursonin, sum var fallin í bjørgunum.
Tey bæði, Maria hjá Conrad og Jóhannes á Nesi, fluttu til Havnar um aldarskiftið, giftust í Havnar kirkju 9. november 1901 og fluttu inn í húsini, sum abbi hevði smíðað í Konradsbrekku. Av serstøkum grundum gavst hon sum lærari í Kommunuskúlanum í 1914, og tey fluttu norðeftir aftur, búðu eina tíð í Mikladali, har abbi var við at smíða kirkjuna, og síðan í Klaksvík. Tey fingu seks børn, og trý teirra doyðu fyri skúlaaldur. Hini trý blivu gomul, tað yngsta teirra tríggjar vikur undir 90.
Babba gjørdist sjúkur sum barn og fekk lungnabruna, og tí fór hann ikki í skúla, fyrr enn hann var níggju ár. Men hann leið onga neyð, tí mamman hevði heimaskúla heima í stovuni í Klaksvík, so har hevur hann fingið nógv við.
Hann var við til alt stovna skótalið og var uppi í fótbólti í Klaksvík. Hann arbeiddi nakað hjá Kjølbro, fór niður á handilsháskúla, og í 1932 fór hann í nýstovnaða Sjóvinnubankan. Men stutt eftir varð hann aftur raktur av sjúku. Hann fekk tuberklar og mátti niðan á Sanatoriið, har hann var í 11 mánaðir. Tá ið hann kom aftur í Sjóvinnubankan, var Rasmus Olsen komin hagar og hevði fingið hansara pláss, so babba fór í bókhaldið.

Tinna og Sigurd Berghamar á yngri árum

Í 1938 giftust hann og mamma og fluttu inn í húsini, hann hevði keypt á Abbatrøð. Stutt eftir varð pápi hansara innlagdur í Havn. Hann hevði verið niðri á Finsen fyri bruna eftir at hava tikið tenn. Hann verður so sjúkur, at tey skiftast at sita hjá honum. Babba tekur sítt tørn um kvøldarnar eftir arbeiðstíð, og tað verður ov mikið fyri hann. Abbi doyr, men babba sleppur ikki til jarðarferðina, tí hann liggur heima við fepri. Hann varð aftur innlagdur á Sanatoriið, og tað var hart, sigur hann. Fyrsta barnið var á veg, og hann píndist av síni ungu konu, sum nú fekk hetta at bera.

“Men eg kundi ikki annað enn líta á, at Harrin fór ikki at gloyma ella sleppa okkum. Og eitt lovaði eg mær sjálvum og Gudi: Eg skuldi alla tíðina gera mítt til, at eg kundi verða frískur aftur.”
Húsini vórðu leigað út og seinni seld, og mamma fór inn á Toftir at vera hjá foreldrunum.
Í februar 1939 varð fyrsta barnið føtt. Mamma átti Gunnvør í Havn, inni hjá Conrad farbróður og Lenu. Tá ið babba var so frægur, slapp hann oman til Havnar. Hann hevði tvey ørindi: at síggja nýføddu dóttrina og at fara í bankan at stovna henni kontu og seta      100 krónur (haldi eg, tað var) inn til dóttrina. Mundi hann vænta at síggja hana vaksa upp?
Í august slapp hann av Sanatoriinum, men nú fekk hann ikki arbeiði aftur í bankanum, hóast teir har høvdu lovað honum tað. Kanska ikki so løgið, tí øll ræddust jú tuberklasjúkuna.
Men so bleiv landshandil settur á stovn, babba fekk starv og var har nøkur ár. Tey leigaðu ymsastaðni í eini tólv ár, áðrenn tey høvdu fingið bygt húsini á Dalavegnum, har eg sum tað yngsta og einasta av okkum fýra systkjum eri fødd. Í 1946 var babba farin á Føroyska Oljusølu, sum Esmar Fuglø stovnaði, og sum seinni bleiv til Esso.
Í 1942 varð Øssur føddur og í 1950 Rúna. Tá ið hon kom, var hann á sanatoriinum fyri triðju ferð.

Sitandi við skriviborðið um tað mundið, tá ið hann arbeiddi við bíbliuorðabók

Eg siti her púra burtur í endurminningunum, sum babba skrivaði og læt okkum børnunum, tá ið hann nærkaðist teimum áttati. Má bara gevast onkustaðni, tí eg ætlaði at leggja tað út, meðan tað framvegis var 22. desember. Men SUM tey upplivdu nógv í ættarliðnum undan okkara. Stórar samfelagsbroytingar, og Føroyar vórðu fluttar mestsum úr miðøld inn í nútíðina eftir fáum árum. Tvey heimskríggj og tuberklasjúku, og skip, sum vórðu bumbað, alt í senn.

Fari heilt vist at fordjúpa meg aftur í hesum 30 síðunum hjá honum. Kagi ofta í tær, tá ið okkurt skal fáast upp á pláss.
Foreldrini hjá okkum vóru so sera góð, so ymisk sum tey annars vóru. Tá ið eg lesi um hesar ringu tíðirnar, skilji eg betur, hvussu dýrabar mamma altíð var honum, og hvussu takksamur hann var fyri hennara trúfesti gjøgnum sjúkuna.
Tá ið mamma fylti 75 í 1992, var tað hon, sum varð illa rakt og hevði brúk fyri honum. Nú varð tað hann, sum mátti taka sær av síni alzheimersjúku konu. Hóast vit øll royndu sum frægast, bleiv tað ov nógv fyri hann aftur hesa ferð, og tuberklarnir herjaðu á fjórða sinni. Men nú var góður heilivágur at fáa. Hann varð innlagdur í svørtu barakkini og skuldi eitast at vera avbyrgdur, men ta avbyrgingina helt hesin gamli bróstsjúklingurin lítið um. Hvat so varð og ikki, frískur bleiv hann og tuberklarnir útkapslaðir, so nú fekk hann ligið á tí síðuni, sum hann ikki hevði kunnað ligið á í fjøruti ár.
Mamma doyði í 1994, og hann gavst ongantíð at sakna hana. Hann bleiv blindur og livdi níggju ár eftir tað, til hann var 92. “Tey hava so sterkt hjarta, hesi gomlu,” segði læknin, tá ið hann var doyggjandi. Sjúkligur sum hann var, var hann tó sterkur, ikki minst sálarliga. Tú merkti ikki nógv á honum, og hann gjørdi einki við at tosa um farnar líðingar. Púra ódramatiskur um seg sjálvan.
So mangt við lívinum skilja vit ikki fyrr enn aftureftir, sum Kierkegaard sigur. Foreldrini skilja vit alsamt betur við árunum, serliga eftir sjálv at vera vorðin foreldur.                   Erla

You may also like...