Vón okkara um jóltíðir 2022

Nú eru fáar dagar til jóla, og stórt tal av yngri útisetum eru farnir heim til Føroya at halda jól. Møtini seinasta mánaðan hava verið merkt av tí góða boðskapi, sum eru knýtt til jólini: at Jesus, Frelsari heimins, varð føddur inn í hendan heim fyri um 2000 árum síðani. Hann kom fyri at taka burt syndir okkara og seta okkum í frælsi. Orðið hevur verið upplisið, og vakrir jólasangir sungnir um Harra og Kong okkara.
Soleiðis var eisini  9. desember, tá ársins seinasta fríggjakvøldssamkoma varð hildin í Kristnastovu. Løtan var merkt av hugna, sangi, samfelag og góðum práti, har fólk tóku sær tíð at vera saman. Men eisini varð mint á tað, ið Esaias profetur boðaði á sinni, at navn Hansara skuldi vera “Undurfullur, Ráðgevari, Veldigur Gud, Ævigur Faðir, Friðarhøvdingi“.
Orð, ið ikki minst eru viðkomandi í hesum døgum,  sum litið verður aftur á 2022 – við teim myrkum skýggjum í huga, sum hava
ligið yvir Europa síðani februar. Skýggj, ið framvegis skapa ótta, ótrygd og óvissu á okkara leiðum. Men mitt í myrkrinum og óvissuni hoyrast hesi orð úr Esaiasar bók upplisin, citerað og sungin, sum birta vón og ljós.   Jesus kom, og Hann er Undurfullur, Ráðgevari, Friðarhøvdingi og vón hins kristna í 2022. Hann er av sonnum Ævigur Faðir hjá okkum, sum trúgva. Ljósið skínur framvegis í myrkrinum. Og Kristus er framvegis svarið til heimsins stóru neyð.

Nakrar myndir frá ársins seinastu fríggjakvøldssamkomu:

You may also like...