Fríggjakvøldsmøtini byrja í september 1973

ORÐ OG MYNDIR frá fyrstu fríggjakvøldssamkomunum á Oxford Alle á Amager á heysti 1973. Triði partur av hugleiðingum frá sjeytiárunum.

Kári av Reyni, sáli, Jóannes á Váli og Margith Niclasen vóru eisini við til fyrsta møtið.

Nøkur teirra, sum vóru við til fyrsta møtið. Millum onnur síggjast Malan Thomsen, Joan Sivertsen og Andrew Christiansen.

Tað var 21. september í 1973, eitt fríggjakvøld, at nakrir ungir útisetar settu kós móti Oxford Alle á Amager, har Susan og eg við lítla Andrew høvdu fingið eina íbúð við endan á einum raðhúsum. Nakrir teirra komu súklandi, aðrir við bussi og onkur koyrandi í bili. Hetta vóru fyri tað mesta yngri útisetar undir útbúgving í Keypmannahavn. Vit mundu vera eini 15-20 fólk hetta kvøldið.
Vit sungu saman, lutaðu nakrar tankar, og eg segði frá hugsan okkara um at hava eina tílíka løtu hvørt fríggjakvøld.
Aftaná var ein drekkamuður at fáa og fólk hugnaðu sær, áðrenn tey fóru aftur til hús.
Tað var nakað nýtt at hava føroyskt møti einaferð um vikuna, men væl var tikið ímóti hesum nýggja tiltakið. Og tørvurin má hava verið har, tí longu ein mánaða seinni eru vit 32-33 fólk, sum tað sæst á felagsmyndini niðast her á síðuni. Og tað vóru ikki bert fólk úr brøðrasamkomuni, sum komu á møti, men eisini fólk við aðrari bakgrund.

Skyldmennirnir Tróndur og Evald Fuglø vóru eisini við til fyrsta møtið. 

Eg haldi eg kann siga, at okkara trúarstig var drivið fram av eini visión um at vera landsmonnum okkara ein hjálpandi hond í einum pulserandi býi við nógvum tilboðum, møguleikum og freistingum.  Ikki minst tey ungu, lesandi lógu okkum nógv á hjarta, sum lættliga kundu verða rivin um koll í teirra trúarlívi í nýggja umhvørvinum herniðri. Tíverri vóru fleiri dømi um tað.

Ljómandi sangur – eisini í bussinum

Og so hildu hesar samkomur á hvørt fríggjakvøld kl. 20 á Oxford Allé. Vit sungu kendar og nýggjari sangir til klaver- og stundum gittarspæl, og væl varð sungið við. Og so vóru vitnisburðir at hoyra, umframt at Orð Guds varð borið fram.
Gott samanhald var millum ungu útisetarnar, sum búleikaðust í Keypmannahavn um hetta mundið. Gleðin var stór at koma saman og hava samfelag hvør við annan – so stór, at tað varð stundum sungið í bussinum, tá ið fólk fóru heimaftur til hús.
Vit høvdu eisini góðar grannar í húsinum og á økinum rundanum, sum tóktust at venja seg við, at einaferð um vikuna var rættiligt lív í niðastu íbúðini, sum mangan var fylt við ungum fólki, har prátið var lívligt, og sangurin rungaði við megi. Men ongar klagur komu nakrantíð øll tey seks árini, vit vóru har, tað eg minnist.

Minni frá einum fríggjakvøldi

Oxford 3A - við navnaskelti og føroyskum flaggi

Oxford Allé 3A – við lítlum navnaskelti og føroyskum flaggi

Alexander Samuelsen hevur skrivað hugleiðing um vitjan sína í Keypmannahavn í 1973, tá hann fór at hitta Súsannu, sum hann var trúlovaður og seinni giftur við. Tey fóru so á møti á Oxford Allé, og “at fara í Kristnastovu og hitta fleiri føroyskar útsetar, flest allir í útbúgvingarørindum, var nýtt og spennandi. Hetta varð eitt gott og gevandi kvøld. Og so heldur Alexander fram:
“Serliga væl minnist eg, tá vit hetta kvøldið fóru heim aftur úr Oxford Allé. Vit vóru fleiri ungfólk, sum fylgdust yvir í bussskýlið og inn í bussin.
Vit settu okkum aftast í bussinum, og skjótt tónaði sangurin. Vit sungu vøkur kór og sangir, sum vit frammanundan høvdu sungið í Kristnastovu. Har sótu nøkur fá fólk framman fyri okkum, men vit ansaðu teimum ikki. Hetta vóru uttan iva danir, og teir skiltu okkum ikki kortini, so vit sungu so væl, vit dugu, uttan tó at órógva ella vera til ampa.
Tá vit nærkast miðbýnum, steðgar bussurin við eitt buss-steðgipláss. Ein stórur maður frammanfyri okkum reisir seg, vendir sær á, smílist og takkar so hjartaliga fyri vakra sangin. Eg haldi, at hann gjørdi tað á føroyskum. Eg hvakk við, men so kendi eg, hvør maðurin var: Claus Herman. Claus Herman var dani, sum kom til Føroya at taka við starvi á sosialu umsitingini, sum var hjá Ríkisumboðsmanninum. Tá heimastýrið tók yvir málsøkið, flutti Claus Herman við, og varð settur leiðari fyri Sosialu fyrisitingini, sum seinni fekk navnið Almannastovan. Seinni gjørdist hann fulltrúi í landsstýrinum.
Claus Herman doyði í august 1990, 61 ára gamalur.
Eg havi mangan hugsað um hesa løtuna í bussinum í 1973, tá vit vóru á veg heim úr Kristnastovu. Hon stendur prentað í minninum.”
Áhugavert hjá okkum at lesa so mong ár aftaná. Alexander heldur, at hetta var beint eftir at fríggjakvøldsmøtini vóru byrjað – kanska næsta møtið á Oxford Allé.

Øssur og Krisjan Christiansen, sum var í Danmark eitt stutt skifti

Duplikerað innbjóðing 

Innbjóðingar fara út

Í dag nýta vit teldur og internet fyri at fáa boð út til fólk um fundir og tiltøk. Soleiðis var ikki tá. Vit máttu gera vart við møti okkara gjøgnum skrivligar innbjóðingar, samrøður og lýsingar – munnligar og skrivligar.  Henrik Thomsen, bókbindari við stórum hjartalagi fyri føroyingum, hjálpti okkum at gera hesa grønu innbjóðingina, sum vórðu “duplikeraðar” at handa fólki ella senda út í postinum. Har verður sagt, at “Hvørt fríggjakvøld kl. 20 (stundisliga) hittast ungir føroyingar í heiminum hjá Øssur Berghamar til eina fría og óhátíðarliga samkomu við kristiligum innihaldi, har prátað verður un andaligar spurningar við Bíbliuni sum grundarlag”. Her má havast í huga, at navnið og stovnurin fyrst gjørdist veruleiki eitt ár aftaná.
Vitjandi talarar luttóku viðhvørt – bæði føroyingar, danir og enskt talandi trúboðarar, sum ferðaðust í Keypmannahavn.
Trý skúlaheim vóru um tað mundið á Amager, har fleiri útisetar búðu: Sofiegården, Øresundskollegiet og Grønjordskollegiet. Har kundu vit leita upp føroyingar, heilsa upp á teir og bjóða teimum á møti.

Ríkishospitalið, sum tað sá út um ta tíðina  – við gamla bygninginum frammanfyri, har skrivstovan var. 

Ríkissjúkrahúsið og aðrar uppgávur
Vit fóru síðani undir at vitja sjúklingar á Ríkissjúkrahúsinum, Ortopædisk Hospital og á Finsen (sum “Finsensinstituttet” varð kallað). Visiónin fyri hesum arbeiði var íbirt trý ár frammanundan. Tí í 1970 var møtistevna í Mercur teatrinum, og Sangbrøður vóru við. Ein av fyrireikarunum av møtunum var Brynleif Hansen. Undir stevnuni í Keypmannahavn vandu vit ein dagin nakrar sangir í salinum í Thorsgade 40 á Nørrebro. Brynleif , sum var við okkum hendan dagin, sigur so, tá venjingin var av: Nú fara vit yvir á Ríkissjúkrahúsið at vitja nakrar føroyingar. Brynleif hevði vist fingið eitt yvitlit yvir, hvørjir føroyskir sjúklingar vóru innlagdir og hvar. Jú, vit Sangbrøður gingu við til hugskotið hjá Brynleif og gingu so frá eini sjúkrastovu til aðra og sungu fyri teimum føroyingunum, vit komu framá. Hesa sjónina gloymdi eg ikki. Brynleif andaðist fáar mánaðar seinni í flogvanlukkuni í Mykinesi. Helst gjørdi vitjanin á Ríkissjúkrahúsinum hendan dagin sítt til, at vit eisini fóru undir eina tænastu millum føroyskar sjúklingar, stutt eftir at vit vóru komin til Keypmannahavnar at búgva.
Tá var alt meiri einfalt enn tað er ídag, og tað var stórt forstáilsi fyri okkara arbeiði.  Minnist, at ein føroysk kvinna, sum arbeiddi á skrivstovuni á Ríkissjúkrahúsinum hjálpti okkum at finna fram til føroyingar, sum vóru innlagdir.
So vóru aðrar uppgávur á sosiala økinum, sum komu so við og við. Viðhvørt varð ringt úr Føroyum, tá fólk heima vóru ørkimlað, tí onkur í familjuni var í trongstøðu herniðri. Tá var heldur einki Sjúklingahotell og eingin føroysk ráðgeving, sum vit kenna hana ídag. Tí høvdu vit helst fleiri sosialar uppgávur í tí tíðini, enn vit kanska hava havt seinnu árini.
Eisini høvdu vit viðhvørt fólk búgvandi, sum høvdu brúk fyri hjálp og umsorgan í eina tíð. Vit høvdu onga fakligan serkunnleika, men royndu at fjálga um, vegleiða og hjálpa teimum, sum frægast, ið vórðu send á leið okkara.

 

Hvussu kundi verkið halda fram?                                                                                                   

Susan við te- og kaffikannuni á Oxford Allé

Vit merktu meira og meira til uppbakking heimanífrá. Fólk í samkomu okkara vóru fegin um at vit vóru farin undir hesa uppgávu. Meira og meira kendu vit okkum staðfest í, at hetta var eitt rætt stig, vit høvdu tikið. Fríggjakvøldssamkoman savnaði frá fyrsta degi so mikið av fólki, at tað var eyðsæð, at haldast mátti fram við hesum.
Men – ja, tað var eitt men. Vit kundu bara vera á Oxford Allé í eitt ár, tí húsini skuldu seljast á sumri í 1974.  Hvat var so at gera? Hesin spurningur gav okkum mikið høvuðbrýggj, men tað koma vit kanska aftur til seinni.         Ø.

Felagsmynd – tikin um ein mánða eftir byrjan.

Sangurin ljómar í stovuni á Oxford allé. Maðurin uttast til vinstru er Símun Fuglø, ið – saman við konuni Honnu – var ein hollur stuðul í verkinum í mong ár.

You may also like...