Mong vitjandi
Summartíðin plagar at vera merkt av, at vit ikki eru so mong, sum koma til regluligu møtini í Kristnastovu, m.a. tí tey allarflestu ungu lesandi eru heima í summarfrí. Í ár hava vit tó verið væl fleiri enn vanligt er. Millum teirra, ið hava vitjað, hava verið fleiri fyrrverandi útisetar, sum vit lærdu at kenna, tá tey vóru undir útbúgving herniðri.
![](http://www.berghamar.com/wp-content/uploads/2022/08/Summarmynd-4-300x209.jpg)
Tórheðin Jensen, fyrrverandi útiseti, og Jóhan Petur Johannesen, sum ofta hevur vitjað okkum – her saman við Jákupi og Øssuri
Eisini hava fleiri teirra, ið hava vitjað, luttikið á møtunum. Eitt nú høvdu vit vitjan av Anniku og Stephen Everett, sum greiddu frá verki teirra í Turkalandi umframt at hava ein boðskap. Gunnar Nielsen, sum vit eisini kenna frá útisetatíð hansara, luttók við einum orði ein sunnudag, og Jóhan Petur Johannesen, ið mangan hevur verið framvið í missiónsørindum, bar fram ein boðskap ein annan sunnudag.
Vit gleðast um góða samfelagið, sum er rundan um verkið í Kristnastovu, ið eisini kemur til sjóndar gjøgnum vitjanir sum tær, vit hava havt í summar.