Vaknaður vársins songur

Hendan reglan frá einum av okkara kendu vársangum datt mær í hug eftir morgunmøti í Kristnastovu hendan sunnudagin 20. mars. Møtið var av, og tá fólk høvdu fingið ein drekkamunn, leitaðu nøkur teirra útum í góðveðrinum og hugnaðu sær har í góðum práti.  Várið var á veg, sólin skein fagurliga, og hitin mundi vera um 12 gradir. Enn er plantulívið ikki rættiliga vaknað úr dvala, men smáblómurnar kaga fram.
Hetta er ein svár tíð í Europa – tað harmar okkum øll og vit mugu biðja fyri støðuni. Um somu tíð unnir Harrin okkum at uppliva várið enn einaferð. Latið okkum ikki gloyma at vera takksom fyri tað.

    Tøkk fái Gud fyri ljósið og várið,
    fyri tað lívið, ið fall mær í lut.
    Fyri ta náði, sum varar alt árið.
    Og fyri frelsuna tøkk fái Gud.     (nr. 1462 í NSGF – v. 6)                          

You may also like...