Ebenezerkórið útsett ferðina

Ferðin hjá Ebenezerkórinum, sum vit áður hava boðað frá, er útsett eitt ár. Hetta harmast vit um, tí vit høvdu glett okkum at fáa vitjan av kenda kórinum.  
Koronatíðin hevur havt ta avleiðing, at kórið ikki hevur kunnað vant sum tað plagar, og ivaleyst tekur tað tíð ivaleyst at mennast av nýggjum eftir áhaldandi steðg, hóast kórið hevur nógv roynd fólk. Avgjørt varð tí at útseta vitjanina til seinni, og semja er um at koma í 2023 í staðin. 
Spell, at so skuldi vera, men vónandi eydnast næsta ár.

You may also like...