Fóru út á gongugøtur við góða boðskapinum

Tankar og minni frá tíðini við Operation Josva, sum var eitt evangeliskt verk í byrjanini av sjeytiárunum. Miðstøð teirra var í Sanderum uttan fyri Odense. 

Pedersminde í Sanderum, ið liggur uttan fyri Odense

Hetta var á hásumri 1972, at leið okkara bar til Odense við toki.  Vit vistu ikki, hvat lá fyri framman, men vóru spent upp á at fara undir ein nýggjan kapitul í lívi okkara. Vit høvdu teknað okkum at vera við í einari evangeliskum verki, sum kallaðist Operation Josva og hevði miðstøð sína á einum gomlum bóndagarði í Sanderum – einum lítlum landsbýi uttan fyri Odense.
Og nú vóru vit á veg, Susan og eg og hálvt ára gamli sonur okkara, Andrew.  Vit høvdu sent eitt fjarrit og sagt, nær vit komu, men vistu ikki, um nakar kom ímóti okkum hendan sera heita summardagin.   Jú, tá ið tokið steðgar, halda vit okkum síggja tveir menn, sum tóktust at skima eitt sindur. Rætt var: hetta vóru tveir luttakarar í Josva-arbeiðnum á Pedersminde, sum gamli bóndagarðurin í Sanderum æt.

Skjótt sótu vit væl úti á Pedersminde, har máltíð var gjørt fyri okkum og vit fingu at vita, hvar vit skuldu búgva. Vit høvdu fingið eina íbúð í gamla, rúmliga bóndagarðinum, sum var í trimum pørtum og nú umgjørdur at nýta sum ein evangelisk miðstøð.
Operation Josva var byrjað árið frammanundan við umleið 30 luttakarum. Fleiri teirra ynsktu at halda fram, nú eitt nýtt ár skuldi byrja. 

Kall til tænastu

Rino Lange, Páll á Lakjuni og onnur josvafólk í samtalu við fólk úti á gøtuni. 

Páll á Lakjuni var helst fyrsti føroyingurin at tekna seg til Operatión Josva tiltakið. Bæði hann og vit onnur vóru nógv ávirkað av, at góði vinur okkara Brynleif Hansen var deyður í flogvanlukkuni úti í Mikinesi feigdardagin 26. September 1970. Brynleif var evangelistur og slóbrótari innan brøðrasamkomuna í Føroyum. Hann byrjaði leguarbeiði á Zarepta saman við konu síni, Elsu.
Brádliga heimkallan Brynleifs hevði eitt djúpt árin á mong okkara, sum tá vóru í yngri árum. Vit kendu tað sum eitt kall til tænastu, og tað byrjaði í heimligum umhvørvi, har farið varð undir midnáttarsamkomur í Ebenezer í Havn fyri at náa út til unga fólkið í býnum. Hetta vóru bæði Páll á Lakjuni og vit ein partur av – umframt Petur Háberg, Svenning av Lofti og aðrir. Síðani hoyrdist um eitt nýtt, evangeliskt tiltak í Danmark, kallað Operation Josva, og nýgiftu hjúnini Hjørdis og Páll gjørdu av fara at virka saman við hesum felagsskapi.
Og nú – á hásumri 1972 – eru so vit trý kom
in við. Hesar dagarnar mentist so skarin av nýggjum, sum aftur skuldi telja um 30 luttakarar. Fimm føroyingar høvdu verið árið frammanundan –  tey vóru Kristina Eldevig, Poula Solmunde, Margo Joensen og hjúnini Hjørdis og Páll á Lakjuni.  Poula og Kristina góvust eftir fyrsta árið, meðan Margo og hjúnini Hjørdis og Páll, sum høvdu fingið sonin, Boga,  skuldu halda fram.

Uppreistrartónar og andalig fylking
Men áðrenn vit fara at skriva meiri um tíðina við Operation Josva, kunnu vit spyrja, hví tað júst tá var brotið upp av nýggjum innan trúarlív  í Danmark.  Her er vert at hava í huga, at tað hendir í kjalarvatninum av “68-generatiónini”, har ungfólk gjørdu uppreistur ímóti tí etableraða systeminum og ynsktu at taka eina uppgerð við kristnar siðir, moral og mynduleika. Vinstrahalla rákið í sekstiárunum helt á í byrjanini av sjeytiárunum, har “den lille røde” av kinesiska diktatorinum Mao tse Tung var populerur lesnaður millum unga, lesandi fólkið.

Mótmælisgongur vóru nógvar av í hesum tíðum. Verkfall og ónøgd var stórur partur av gerandisdegnum í byrjanini av sjeytiárunum. Sokallaði frístaðurin Christiania á Amager gjørdist ímyndin av einum ættarliðið, sum ynskti at frígera seg frá øllum bindandi bondum. Hagar leitaðu nógv ungfólk, eisini føroyingar, ið ynsktu at liva, sum tey vildu. Men tey mongu rúsevni, sum vóru seld á “Pusherstreet” og tær ólukkuligar søgur, ið hoyrdust haðani, bar meira boð um eina baksíðu, sum var myrk og syrgilig.
Men hetta førdi eisini til andaliga fylking millum trúgvandi. Í øðrum londum vóru andaligar vekingar, fólk sum kallaðu seg fyri “Jesusfólkið,” karismatiska rørslan byrjaði eisini í teimum døgum at koma fram. Hetta kom eisini at ávirka trúarlívið í Danmark á ymiskan hátt, har “Unge kristne” gjørdist ein nýggj rødd, ið hoyrdist í samfelagnum.

Unge kristne – Johannes Facius og Johny Noer

Ungfólk út ymiskum samkomum og kirkjum funnu saman, og skipaðu fyri tiltøkum sum svar uppá uppreistrarkenda rákið, sum merkti hesa tíðina.  Og tað vóru ikki minst vinmennirnir Johny Noer og Johannes Facius, sum vóru undangongumenn, sum vóru um 33-34 ár um tað mundið.  Aðrir góðir menn vóru  eisini dyggir stuðlar, eitt nú Ove Stage og Jørgen Vium Olesen.
Johny Noer vaks upp í einum hørðum kvarteri í Saxøgade á Vesterbro, men  familjan flutti til Eysturbrúgv og har kom hann at ganga í skúla saman við Johannes Facius, sum var sonur ein prædikumann av einari evangeliskari fríkirkju. Tá so Johny Noer fór at læra til blaðmann, varð andaliga vaktur og kom til umvendingar, rann saman millum teir báðar og teir gjørdist samverkamenn, sum komu at vera týðandi røddir í einum samfelag,  har kristnu virðini stóðu fyri skotum. 
Saman við Ove Stage fóru Johny og Johannes undir at geva blaðið “Ung tro” út. Sum aftursvar til “den lille røde” hjá Mao skrivaðu teir bókling kallaður “den lille hvide.”  Eisini kom bókin “Disse unge kristne og deres hykleri” út av teirra hond – hesin setningur sipar ivaleyst til tað, teir hava verið skuldsettir fyri. Johny og Johannes vóru báðir gávaðir talarar og sannir brandar, tá tað kom at tala Guds ríkis søk í tí almenna rúminum – m.a.  í útvarpi og sjónvarpi.
Hús varð keypt niðri í Knabrostræde – tætt við “strøget” – har ið bøn var hildin og fólk kundu koma. sum tørvaðu hjálp. 

Operation Josva – Poul Madsen og Rino Lange
Út frá hesum andaligu røringum kemur so “Operatión Josva.” Her eru tað Poul Madsen og Rino Lange, ið hava visión fyri einum verki, sum skuldi fara at virka uttan fyri Keypmannahavn. Talan var bæði um at læra yngra fólkið orð Guds at kenna, men eisini at fara út á gøtur og stræti við góða boðskapinum.
Poul Madsen var fyrrverandi advokatur, men hevði virkað í mong ár sum prædikumaður innan fríkirkjuna “Kristent fællesskab.” Hann var ein sera kønur og íðin bíblulærari, sum í síni tíð savnaði fleiri hundrað fólk til bíbiutímar í Keypmannahavn.
Rino Lange var nakað væl yngri, hann hevði verið dugnaligur skipsmeklari og havt eydnu við tí, men hevði sagt tað frá sær og virkaði nú eisini sum prædikumaður innan Kristent Fællesskab. Rino Lange var ein góður leiðari, sum dugdi væl at samansjóað og inspirera henda unga flokkin, sum kom á Pedersminde úr so ymiskum bakgrundum.
Poul Madsen var andaligur faðir hjá Rino Lange, so í  mun til Johannes Facius og Johny Noer, sum vóru javnaldrar, var hendan greipan rættiliga øðrvísi. Men teirra visiónir fyri nýggjum trúarstigum tóktist at liggja tætt uppat hvørjum øðrum, og samband var millum hesar menn, soleiðis at “Unge Kristne” og “Operation Josva” gjørdist eitt “felagsprojekt”, har partarnir høvdu samband við hvønn annan og skipaðu fyri tiltøkum saman.

Luttakarar í 1972/73. Úr Føroyum: Sanna Højgaard, sum er nummar 2 frá vinstru í fremstu røð, høgrumegin hana er Susan. Øssur er nummar nr. 3 høgrumegin frá,  meðan Páll á Lakjuni stendur aftast á somu síðu. Hjørdis á Lakjuni og Margo Joensen vanta á myndini.

Hesir felagsskapur undir navninum Operation Josva var merktur av eldhuga og ynski var at vera ein rødd við einum góðum og greiðum boðskapi, sum var háaktuellur mitt í einari upploysingartíð. Umframt Susan meg og Andrew vóru hesir føroyingar við hetta árið 1972-73: Páll og Hjørdis á Lakjuni, sum høvdu tá fingið sonin, Boga – Margo Joensen av Tvøroyri og Sanna Hansen (nú Højgaard) úr Runavík.

Eggjan og íblástur á Pedersminde

Pedersminde var ein gamal bóndagarður, sum varð umgjørdur til eina evangeliska miðstøð har umleið 30 ungfólk búleikaðust, fingu bíbliutímar og vórðu send út við evangeliska boðsskapinum.

Poul Madsen

Poul Madsen, sum annars var úr Keypmannahavn og nýliga var fluttur til Odense at búgva, hevði flestu bíbliutímarnar. Teir vóru góðir, grundigir og gevandi. Hann var ein orðsins maður í odd og egg, sum setti tað skrivaða orð Guds høgt. Tað var týðuligt, at hann hevði nógva vitan, men valdi altíð at tosa eitt einfalt mál, soleiðis at øll kundu fylgja við. Tað var mynduleiki yvir Poul Madsen – gudsótti og virðing fyri tí heilaga var nakað, hann setti høgt. Hann var eisini musikalskur, spældi klaver við hvørt. Fleiri sangir hevur hann skrivað, sum allir eru merktir av Orði Guds. Hann skýggjaði alt, sum var lætt og lættisoppakent. Tí hevði hann stundum torført við at syngja tey einføldu kórini. Sálmarnir søgdu honum meira, teirra millum klassisku sálmarnir í donsku sálmabókini, eitt nú “Hil dig, frelser og forsoner.” 

Eisini Rino Lange, Johny Noer og Johannes Facius høvdu bíbliutímar við okkum. Og allir tríggir høvdu nógv at geva. Rino Lange var hin savnandi leiðarin, sum setti kósina í tí, ið gerast skuldi í verkinum og gjørdi tað væl.   Hann dugdi væl við unga fólkinum. Johannes Facius var eisini ein bíbliukønur bíbliulærari, sum hevði góð evni at læra, meðan Johny Noer var meira at kalla evangelisturin, sum treivst væl í uttandurað, evangeliskum tiltøkum og kundi bergtaka eina heila fjøld.

Aðrir vitjandi talarar luttóku eisini í Operation Josva, teirra millum onglendingurin Bill Thompson, sum hevði verið trúboðari í India. Hann var ein góður og vísur maður, góður vegleiðari og sera hentur at fara til í ivamálum. Hann kom at hava serstakan týdning fyri okkum, tá avgerð skuldi takast at flyta til Keypmannahavnar at byrja eitt føroyskt arbeiði
Eisini Andrew Sloan vitjaði einaferð og fekk høvi at hava ein bíbliutíma.. Hetta vóru vit, føroyingarnir í Operation Josva, glaðir fyri.  Fyri meg persónliga hevði hann havt stóran týdning.  Áðrenn vit vóru farin við Operation Josva høvdu vit júst tosað við Andrew Sloan, sum á morgunmøti í Ebenezer greiddi heimasamkomu okkara í Ebenezer frá okkara hugsanum.     

Krossfararar á gongugøtum kring landið
Ofta vóru vit á gongugøtuni í Odense og høvdu útimøti, sungu okkara sangir og býttu andaligan lesnað út millum fólk. Páll á Lakjuni var ein teirra, sum leiddi sangin við síni kláru rødd. Tað var nakað krossfararkent yvir hesum bólki, sum var eins og ein mótpolur til tær antikristiligu kreftur, sum høvdu gjørt við seg í danska samfelagnum. Úti á gongugøtunum ljóðaðu  tónarnir frá Josva-luttakarunum:

En ungdom rejser sig,
som vil gå Herrens vej,
og som sin frelser tjene vil…

Operation Josva á gongugøtuni í Næstved

Av garðinum á Pedersminde ferðaðust vit til ymsar býir í Danmark – steðgaðu ofta í eina ella tvær vikur, stundum meira. Allastaðni bankaðu vit uppá hurðar, søgdu hvørji vit vóru og samtalaðu við fólk. Ymsastaðni møttu vit føroyingum – fólki sum búðu á staðnum, vóru gift við dønum ella gingu á skúla. Tað var altíð áhugavert at renna okkum í landsmenn, sum vit kundu tosa føroyskt við. Eg var aloftast við á hesum ferðum, meðan Susan mátti vera heima á Pedersminde hjá lítla Andrew, og har vóru eisini aðrar møður, sum máttu vera heima hjá børnum sínum.
Móttøkan av fólkum frá Operatión Josva var ymisk. Týðuligt var tó, at vanligi danskarin brýggjaði seg ikki nógv um at vera órógvaður av spurningum um Gud og bíbliuna. “Vi har vores barnatro”  var ein standard formulering, sum tú hoyrdi viðhvørt, men hvussu nógv lá í tí, var torført at útleggja.
Eg minnist einaferð, at vit vóru uppi í frítíðarstaðnum Lykken í Norðurjyllandi nakrar dagar fyri at býta traktatir út, syngja og vitna fyri fólki. Útimøti vórðu hildin, og tað er serliga eitt møti, sum stendur klárt í huga mínum. Veðrið var av tí allarbesta, nógvir turistar vóru tilsteðar og fleiri steðgaðu á fyri at lurta, teirra millum nógvir týskarar. Johny Noer, sum hevði framúr gávur at prædika evangeliið, tók nú orðið saman við einum yngri manni, ið kundi tulka til týskt.  Johny var rættiliga “í essinum” og hevði ein veldugan boðskap. Knappliga slerdi hann um og talaði týskt sjálvur, og tulkurin fór so at umseta til danskt. Hetta vakti ans, og fólk lurtaðu væl eftir tí, sum sagt varð.     
Okkara virkisøki var fyri stóran part á Fyn og í Jyllandi. Men tað kom eisini fyri, at vit vitjaðu á Sjællandi og vóru í Keypmannahavn – vóru við á møtum í Grundtvigshús og eisini í Thorsgade 40 á Nørrebro, sum tá var ein lítil brøðrasamkoma, har nógvir føroyingar vóru komnir gjøgnum árini. Av og á skipaðu vit fyri møtum fyri føroyskum útisetum. Tey vórðu hildin í Grundtvigshus, sum liggur inni í miðbýnum.

So við og við vaks fram ein visión fyri einum føroyskum arbeiði í Danmark.                                                         Øssur

.                                                                                                                                                                               – framhald seinni.

You may also like...