Vinir hittust í Kristnastovu

Gjøgnum mong ár hava nógvir føroyskir trúboðarar lagt leið teirra fram við hvíta húsinum á Birmavej 36 á Amager. Stundum steðgaðu teir á, gistu eina nátt ella fleiri, áðrenn farið varð til Føroya ella longur út í heim. Hesar vitjanir hava ríkað okkum, sum búgva herniðri. Vit hava kunnað hoyrt tíðindi teirra og lutað signingar, spurningar og royndir.
Eg kom fram á hesa myndina – helst tikin einaferð í 90unum – har Susan og eg fingu høvi at hitta tvinni trúboðarahjún, sum vit hava kent síðani ungdómsins dagar.
Hans og Jonna Sivertsen fóru til Grønlands fyrst í 70unum,  og virkaðu trúfast saman út frá samkomuni í Epanezer, inntil Jonna brádliga andaðist í 2017. Signað veri minni um Jonnu!
Judy og Óli á Grømma Jacobsen hava búð í USA og virkað í yvir fimti ár  innan New Tribes Mission – eitt verk, sum hevur ført tey til ymisk lond í heiminum. Og tey eru framvegis virkin í verki.
Óli og Hans, sum báðir eru úr Klaksvík, vóru eisini góðir vinir í ungdóminum, og saman við triðja vinmanninum, Páll Poulsen, fóru teir til Íslands við traktatum tíðliga í 60unum. Hetta var mestsum “startsskotið” til eina nýggja tíð. Tí allir tríggir fóru út í heiltíðar trúboðaraverk. Og aðrir komu aftaná. Í dag er skarin stórur av føroyingum, sum eru í tænastu Harrans kring heimin. Hetta ber lítla mánaðarliga blaðið “Bønarløtan” boð um.
Og fyri at koma aftur til myndina: klokkan á vegginum í Kristnastovu  er um at vera 10.30, og tað sær út til at vera myrkt uttanfyri. So helst hevur hetta verið eitt fríggjakvøld aftan á møtið, at vit fingu eina løtu saman og eitt gott prát.                        Øssur

You may also like...