Kall Harrans á ungan mann

Áðrenn eg myndaði teg í móðurlívi, kendi eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði eg teg….Tú skalt fara til øll, ið eg sendi teg til og tala alt, ið áleggi tær at tala.  Jer. 1,5 og 7.
Kann Harrin kalla á ein tannáring og geva honum eitt týðandi álitisstarv? Tað tykist søgan um Jeremias profet at siga okkum. Tí menn meina, at Jeremias profetur bert var um 17 ára gamal, tá hann fekk ta torføru uppgávu at fara út við boðum Guds til eitt harðvunnið fólk, sum var vikið av leið frá Gudi.

Hann ber seg eisini undan í fyrstu atløgu, tí hann er so ungur. Men Harrin biður hann ikki óttast, tí Hann er við honum.  Lýðin móti kalli Guds fer hann undir verkið, og hetta gerst eitt lívslangt kall. Jeremiasar er trúgvur móti kallinum og boðar frá náði og kærleika Harrans, men eisini um dómin, sum kemur, soframt fólkið heldur fram á gudloysisleið.
Orðini rína ikki við. Fólkið vendu ikki við, og hann tosaði fyri deyvum oyrum. Ísraelsfólk hildu fram við at liva í ólýdni og gudloysi, stevnandi móti degnum, tá Gud mátti revsa fólk sítt. Til síðst upplivir Jeremias avleiðingina av gudloysinum: fall Jerusalems. Fólk Ísraels verður burturført til Bábylon. Sára grætur Jeremias um Jerusalem, og niðurbrotnu múrar tess. 
Ein miseydnað missión?
Var missón Jeremiasar so ein miseydnað missión – ein fiasko? Nei – tvørturímóti. Jeremias var lýðin móti boðum Guds og ein týðandi rødd á samtíð síni. Boðskapur hansara stendur í orði Guds og talar við megi enn í dag.

Var royndin hjá teimum fimm ungu trúboðarunum , sum fóru inn í Auca ættarbólkin í 1956 og lótu lív, eisini ein fiasko? Nei, tvørturímóti. Gud gjørdi nakað undurfult eftir hendingina, bæði í ættarbólkinum og millum mong onnur trúgvandi kring heimin. Vitnisburður teirra talar við megi enn í dag.
Kall Guds í dag
Gud kallar okkum ikki til at vera ein succes í hesum heimi, men at vera ein rødd, talandi søk Hansara í gudleysum heimi.  Vit hava fingið boð um at prædika evangeliið, boðandi náði Guds í Kristusi og siga frá avleiðingunum, um fólk ikki venda við. Úrslitið av vitnisburði okkara mugu vit lata yvir til Hansara, sum kallaði okkum.
Vónandi finnast ungir menn og kvinnur í dag, sum hoyra kall meistarans til verka í dag. Hetta ættarliðið tørvar at hoyra orð Guds frá røddum teirra, sum eru í bestu árum. Og kallið ljóðar eisini til teirra, sum eru komin longur upp í árini.

Hann sum “myndaði teg í móðurlívi, og halgaði teg i móðurfangi”, hevur havt nakað í hyggju, tá hann skapti og frelsti okkum.  Og so er spurningurin: liva í ljósinum av kallinum, vit eru kallað við, og hoyrir ein tørvandi heimur Orðið frá Gudi gjøgnum teg og meg?

Far arbeið, gev og givin ver,
við gleði Gudi tæni tú,
so stríddust Guds menn forðum her,
er leiðin ei hin sama nú?

Mong sálin doyr við tína lið
heilt uttan ljós á myrku leið.
Lyft ljósið høgt, vak, virka, bið,
ber Orðið fram og óttast ei.
–                      (Horatius Bonar -NSGF 977)

Kanna søguna til eitthvørt verk, ið Gud hevur gjørt, og tú skalt finna ein mann, sum ikki var bangin fyri at vága alt fyri at uppfylla kall sítt.
(David Wilkerson)
 –                                                                                                                                                                                                             Ø.

 

You may also like...