Ein dag í senn – nýtt upplag

Eitt nýtt upplag av andaktsbókini “Ein dag í senn”, sum kom tíðliga í desember 2018, var uppafturprentað á Tonito á Eiði nakað herfyri. Bókin er tí aftur at fáa í flestu bókahandlum og øðrum handlum við. Eisini fæst hon til keyps í Kristnastovu. Bókin hevur undirheitið” 31 dagar við orði og sangi” og kostar 60 krónur. Hon er útgivin á forlagnum “Afturljóð”, sum í sínari tíð útgav bókina “Men Gud gav vøkst.” 
Poul Johan Djurhuus hevur ummælt hana í Kristiligu Tíðindasendingini, sum sendir á r7 . Ummælið kann lesast HER

You may also like...