Afturlítandi sangløta á Zarepta


Ein lega varð hildin á Zarepta í døgunum 19-21. september fyri “seniorum” úr samkomuni í Ebenezer. Hon bar heitið “60 pluss lega” og varð hildin mitt í viku, men tó sum ein vikuskiftislega. Tað var í sjálvum sær nýskapandi, men tiltakið eydnaðist heilt væl.  Legan var fullteknað og var eisini áhugaverd fyri mítt viðkomandi, tí har vóru mong fólk við, sum eg havi kent frá ungum av.
Eg hevði saman við Alexander Samuelsen uppgávuna at skipa fyri einum sangkvøldi við evninum “Sangurin í samkomuni frá 60unum til 2017”.  Her valdu vit serliga at lýsa samverkamennirnar Brynleif Hansen og Zacharias Zachariassen og sangir teirra, nú báðir eru farnir heim til Harran. Teir høvdu stóra ávirkan á samkomulívið í 60unum og komu eisini við nógvum nýggjum sangum, sum framvegis verða sungnir.
Hetta sangkvøldið var eisini serstakt fyri meg, tí vit tríggir Sangbrøður, sum eftir eru – nú Árni Bass ikki longur er millum okkara – enn einaferð kundu standa á palli saman og syngja tveir av sangunum, vit plagdu at syngja, hesaferð saman við parti av Dupultkvartettini og M.C.Restorff.
Annars var ymist annað á skránnið – nógv áhugavert og gevandi. Semja var um, at legan var sera væl tilrættisløgd av teimum, ið stóðu fyri hesum tiltaki.
Her eru nakrar myndir  – onkrar teirra eru frá krígssavninum í Miðvági, sum høvi eisini varð at vitja.                                                     Øssur

         


       

 

 

You may also like...