Eg ei nelgdur var í lógvar

Í Nýggju Sangbók Guds Fólk , sum kom út fyri nøkrum árum síðani, eru framvegis nógvir sálmar og sangir, sum vóru sungnir áður, men hoyrast ikki ofta í dag. Nógvir teirra eru dýrgripir og verdir at taka fram, tá høvi gevst.Ein teirra er stutti sangurin “Eg ei negldur var í lógvar”. Ein talandi yrking um, hvussu Jesus tók alla revsing fyri synd mína á seg,...

Góð tíðindi fyri útisetar

Hetta var yvirskriftin hjá Regin Guttesen til leguna í Norðursjællandi, sum varð hildin 19 – 22. oktober 2023. Vit vóru fleiri luttakarar enn nakrantíð – og spurningurin var, hvussu tað kundi rigga, at vit vóru so mong. Men alt tóktist tíbetur at ganga upp í eina eind, og tað merktist á góða prátinum og atmosferuni sum heild, at fólk kendu seg væl.Í bíbliutímunum hjá Regini...

50 ára hald – útvaldar myndir

Í samband við Kristnastovutiltakið í Lívdini leygardagin 7 oktober, har 50 árini hjá Kristnastovu vórðu hátíðarhildin, stóðu nakrar myndatalvur (planchur) við útvaldum myndum, tiknar frá 1973 til 2023 – framleiddar á Tonito á Eiði. Eitt nú er fyrsta talvan merkt av svørthvítum myndum, ið var vanligt í sjeytiárunum. Og sum tað annars sæst her, vakti hetta áhuga hjá fyrrverandi útisetum, ið hava búleikast í Danmark...

Lega á NE einaferð enn

Í dag 19. oktober byrjar heystlegan hjá Kristnastovu, sum verður hildin á Norðursjællands Efterskole – ið liggur tætt við Helsinge – nakað sunnan fyri Gilleleje.  Hetta er 21. árið, at legan verður hildin á hesum skúla. Tó var eingin lega í 2020 vegna korona farssóttina.Í ár vitjar Regin Guttesen, ættaður úr Havn, ið virkar sum trúboðari í Italiu. Hann fer at hava bíbliutímarnar á leguni, sum vera...

Farin um tey fimti ár

Hósdagin 21. september vóru 50 ár liðin síðani fyrsta samkoma varð hildin í íbúð okkara á Oxford Allé. Samkoman var eitt fríggjakvøld, og síðani hava tær sokallaðu “fríggjakvøldssamkomurnar” verið hildin uttan íhald – burtursæð frátíðini, tá koronasóttin herjaði.Hildið varð tí at vera hóskandi at lata fríggjakvøldssamkomuna 22. september verða merkt av søguni hjá Kristnastovu hesa farnu hálvu øld. Stórur áhugi var fyri hesi serstøku fríggjakvøldssamkomu...

Stimbrandi byrjan

Skúlarnir eru byrjaðir aftur, og tá plagar skarin at vera stórur, sum leitar út í Kristnastovu. Soleiðis er eisini ár. Veðrið var av tí besta hendan sunnumorgunin, vit savnaðust í Kristnastovu, og vit vóru mong í tali. So mong, at fleiri máttu sita í gongini undir møtinum.Gott at síggja unga skaran fylkjast til samfelag, breyðbróting, orð Guds og andaligt samfelag, nú eitt nýtt skúlaár liggur...

Kvinnurfundurin í 1982

Eg haldi hesa myndina frá 1982 vera áhugaverda. Hon er tikin í urtagarðinum í Kristnastovu ein summardag í 1982. Henda dagin var ein samkoma fyri kvinnur, og tiltakið savnaði eldri og yngri kvinnur saman hendan dagin. Her síggjast eldri kvinnur, sum hava búð í Keypmannahavn í eitt longri tíðarskeið – ivaleyst hava fleiri teirra verið her undir krígsárunum. Nakrar teirra savnaðust vanliga í donsku samkomuni...

HVAGAR STEVNA VIT?

Tað er hugtakandi at síggja føroyskar kappróðarbátar, sum stevna fram móti málinum við fullari ferð. Hvør verður fyrstur á málið? Áralagið, orkan, konsentratiónin – alt telur við. Og ikki minst hetta, at hava eitt vakið eyga við málinum.  Hetta er serstaka uppgáva róðurmansins. Hvørt lítið frávik kann koma at kosta. Í ringum róðararlíkindum á Òlavsøku í Havn er onkuntíð tað hent, at onkur bátur er...

Við trónu Guds

“Before the throne of God above” er ein  eldri, enskur sálmur, sum umtalar høvuðsprest okkara í himli og týðandi tænastu Hansara við høgru hond Guds, har Hann talar okkara søk. Sálmurin er skrivaður av írskari kvinnu, Charitie Lees Smith (1841 – 1923) og er eitt dømi um, at eitt nýtt lag kann geva einum gomlum sálmi lív og flog. Amerikanska kvinnan Vikky Cook skrivaði í...

Tá ið Sloan rópti grindaboð

Tá ið eg fari inn á Ríkissjúkrahúsið at vitja, komi eg ofta fram við standmyndini av Niels R. Finsen, har kendi læknin situr hugsanarsamur og grundar. Niels R. Finsen livdi í tíðarskeiðinum 1860 til 1904 og var amtmanssonur. Mamman var úr Danmark og pápin úr Íslandi.Finsen fekk nobelheiðursløn í 1903 fyri at vera ein undangongumaður innan nýskapandi ljósviðgerðir, sum vóru mongum til góða hjálp, sum...