Category: HUGLEIÐING

Andrew fimti ár

Í dag, 20 desembur 2021, eru fimti ár, síðani Andrew, frumborni sonur okkara, varð føddur á Landssjúkrahúsinum í Havn. Vit búðu tá í Leivsgøtu “úti í Grønlandi” – sum vit søgdu tá. Í dag býr Andrew í Ganløse – umleið ein kilometur hiðani – saman við konu síni, Saru, og børnunum Evu, Miriam, Noah og Lydiu. Elsta dóttirin Hannah er umborð á OM-skipinum Logos Hope....

Ljós í deyðaskuggans landi

Kendu profetisku orðini hjá Esaiasi profeti í kap. 9 verða ár eftir ár upplisin í samkomum og kirkjum í adventstíðini, meðan jólini nærkast í hvørjum. Tey eru bíbilska bakgrundin fyri sálmin hjá Victor Danielsen ”Í deyðaskuggans landi”, sum er nr. 462 í Nýggju songbók Guds fólks. Victor Danielsen var ein virkin maður. Umframt at týða bíbliuna, skriva og umseta hópin av bókum, komu yvir 800 sangir...

Hugarensl frá ferð til Onglands í 1972.

At ferðast úr Føroyum til Onglands í sjeytiárunum var ikki so einfalt, sum tað er í dag. Tað verður ein mintur um gjøgnum eitt bræv, eg kom fram á nú ein dagin. sum eg skrivaði á sumri 1972 og sendi heim til foreldur míni á Dalavegnum. Hetta er tíðliga á sumri hetta árið, at vit skuldu fara til Danmarkar fyri at vera við í evangeliska...

Frá Operation Josva til Oxford Allé

ONNUR HUGLEIÐING. Tíðin við Operation Josva líður móti endanum í 1973, og tankin búnast um eitt nýtt verk millum føroyskar útisetar í Keypmannahavn. Á várið í 1973 var lógaruppskot um fría fosturtøku viðgjørt í danska fólkatinginum. Føroyski presturin og fólkatingsmaðurin Johan Nielsen, sum seinni fekk týdning fyri okkum í samband við Kristnastovu, var millum teirra, ið mótmæltu tinginum frá at viðtaka hesi lóg, tí “lívið...

Eitt útimøti, ið hevði avgerandi týdning

Tað er ikki bara skrúðgonga, ítróttur og framsýningar, sum eru á skránni, tá Ólavsøkan verður hildin í Havn  28. og 29. juli. Eisini útimøtini hava í mong ár sett dám á tjóðarhátíðina, har eitt nú Frelsunarherurin hevur hildið síni møti á Vaglinum og brøðrasamkoman síni við trappuna uttan fyri Ebenezer. Og at tey eisini hava havt eina missión, er einki at ivast í. Trúboðarin, Andrew...

Ein óræddur hermaður Harrans

Fríggjadagin 25. juni vóru 150 ár Liðin, síðani trúboðarin, Daniel J. Danielsen, vanliga kallaður Dollin, var borin í heim. Hann var ættaður úr Havn, varð umvendur í Skotlandi, og virkaði nøkur ár úti í Congo, áðrenn hann kom heimaftur til Føroya. Her tók hann lut í evangeliskum verki í nøkur ár, tó  merktur av malariasjúkuni, sum hann hevði fingið í Afrika. Hann var bert 45...

Fóru út á gongugøtur við góða boðskapinum

Tankar og minni frá tíðini við Operation Josva, sum var eitt evangeliskt verk í byrjanini av sjeytiárunum. Miðstøð teirra var í Sanderum uttan fyri Odense.  Hetta var á hásumri 1972, at leiðin lá við toki til Odense.  Vit vistu ikki, hvat lá fyri framman, men vóru spent upp á at fara undir ein nýggjan kapitul í lívi okkara. Vit høvdu teknað okkum at vera við...

Tá Luis Palau vitjaði í Keypmannahavn

Hósdagin 11. mars andaðist evangelisturin, Luis Palau, 86 ára gamal, eftir at hava verið sjúkur seinastu 3-4 árini. Hesin kendi evangelistur, sum var ættaður úr Argentina, var á vitjan í Føroyum og í Danmark í 1988, og møtirøðir hildnar, fyrst í Havn og síðani í Keypmannahavn. Hesar vitjanir vóru lívgandi og signingarríkar. Nógvar evangeliskar samkomur og kirkjur stóðu saman um møtirøðina í Keypmannahavn, sum varð...

Ein møtitúrur í Suðuroy – 50 ára minni

Á yngri árum mínum var tað ikki óvanligt, at trúgvandi skiparar, tá teir vóru heima, gjørdu møtitúrar t.d. úr Havn og Klaksvík, og samkomur kring oyggjarnar vórðu vitjaðar. Og so vórðu evangelisk møti hildin, har ið vitjað var. Hesin túrurin, sum eg havi hug at nevna her, varð gjørdur fyri 50 árum síðani. Hetta var á vári 1971, at farið varð av Havnini við nótaskipinum...

Vinir hittust í Kristnastovu

Gjøgnum mong ár hava nógvir føroyskir trúboðarar lagt leið teirra fram við hvíta húsinum á Birmavej 36 á Amager. Stundum steðgaðu teir á, gistu eina nátt ella fleiri, áðrenn farið varð til Føroya ella longur út í heim. Hesar vitjanir hava ríkað okkum, sum búgva herniðri. Vit hava kunnað hoyrt tíðindi teirra og lutað signingar, spurningar og royndir. Eg kom fram á hesa myndina – helst...