Gev Gud at kærleikans andi
“Let there be love shared among us.” Hetta er ein stuttur sangur, sum var nógv sungin í enskum samkomum um aldarskiftið. Hann er ein bøn um, at kærleiki Kristusar skal vera útheltur í tí landi, vit liva í, og gera sítt verk í hjørtum og lívum. Sangurin er leysliga týddur til føroyskt, og niðast ber til at finna eina enska innspæling.
Vit hava sungið hann í Kristnastovu í nøkur ár.
Gev Gud at kærleikans andi
nemur við kraft hvørja sál,
fløðir um land várt við megi,
birtir nýtt lív og nýggj mál.
Gev, Gud, at vit mugu kenna
Kristusar kærleika so,
at vit við halgaðum hjørtum
lýða Hans boð.
Dave Bilbrough/ØB týddi
Sangurin kann hoyrast á enskum her:
Let There Be Love Shared Among Us

